Jenis av Rana hevur sett leiðarar á sjey skúlum

Allir sjey leiðararnir eru kvinnur

Nú hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, sett leiðarar fyri sjey skúlar kring landið og teir taka allir við  tann 1. august.

Jóhanna H. Joensen er sett í eitt tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Hósvík. Jóhanna er 49 ára gomul og tók læraraprógv í 1999. Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir og hevur verið lærari í Hósvík hesi síðstu 15 árini, umframt at hon hevur verið avloysari fyri fyrstalæraran ávís tíðarskeið. Síðani 22. januar hevur hon verið virkandi fyrstilærari í Hósvík og hon hevur eisini hevur verið leiðari í frítíðarskúlanum á Oyrarbakka tíðarskeiðið 2003-2005.

Myrna Lind Jacobsen er nýggjur fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi. Myrna er 50 ára gomul og tók læraraprógv á Haslev Seminarium 1998 og aftaná eftirútbúgving tók hon prógv sum støddfrøðivegleiðari. Harumframt hevur Myrna eisini skrivstovuútbúgving frá 1992. Eftir lokið læraraprógv hevur Myrna verið lærari á Fossánesi fyrst sum lærari og seinastu fimm skúlaárini sum virkandi fyrstilærari fyri Jónleif Johannesen, sum var í farloyvi tí hann varð á Løgtingi.

Kárun O. Kjærbo er sett sum fyrstilærari í Skopun. Kárun er 48 ára gomul og tók læraraprógv í 2005 á Haslev Seminarium. Hon hevur búð í Danmark í 14 ár, har hon har hon eisini hevur arbeitt á ”Kariseuddannelsen”, sum í Føroyum svarar til serliga skipað miðnám,SSM. Har var hon í einum toymi, sum hevði til uppgávu at skipa og seta útbúgvingina á stovn. Eftir heimkomu hevur Kárun eisini undirvíst á Meginskúlanum á Sandi

Poula Hentze er sett sum fyrstilærari í Skálavík. Poula er 58 ára gomul og tók læraraprógv í 1994. Hon hevur sera drúgvar undirvísingarligar royndir frá Skopunar skúla, umframt ávísar leiðsluroyndir. Eisini hevur Poula skeið í leiðslu og samstarv umframt eftirútbúgving sum orðblindalærari og skúlabókavørður.

Trine Camilla Joensen er sett sum fyrstilærari á Velbastað. Trine er 52 ára gomul og tók læraraprógv á Hjørring Seminarium í januar 2000 umframt at hon tók akademiútbúgving “Leiðsla í verki” í 2016. Trine hevur eisini júst tikið diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Hon hevur verið í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari á Velbastað tvey tey síðstu skúlaárini og er nú sett í fast starv.

Birna Gaard er sett sum einalærari í Fámjin og tað er eitt tíðaravmarkað starv. Birna er 47 ára gomul og tók læraraprógv í 2013 og útbúgving sum skúlabókavørður í 2014. Harumframt hevur Birna tikið akademiøkonom í hotell- og matstovuleiðslu í 2000 og skeið í leiðslu í hesum sambandi. Eftir lokið læraraprógv hevur Birna undirvíst eitt ár í Eysturskúlanum fyri síðan at byrja í Skúlanum við Løgmannabreyt, har hon hevur verið síðan.

Marit Fríða Christiansen er sett sum útoyggjalærari í Kirkju-Hattarvíkar skúla og eisini tað er eitt tíðaravmarkað starv. Marit er 44 ára gomul og tók læraraprógv í 2019. Hetta síðsta árið hevur hon verið útoyggjalærari í Kirkju-Hattarvíkar skúla, og nú er greitt, at hom heldur fram í starvinum komandi skúlaár.