Tá ávirkar ikki formansstøðuna í Miðflokkinum, at Karsten Hansen fekk nógv fleiri atkvøður enn Jenis av Rana Við 717 persónligum atkvøðum gjørdist Karsten Hansen tann vinnarin á listanum hjá Miðflokkinum í gjár.
Formaðurin, Jenus av Rana, fekk 279 atkvøður, men tann stóri munurin fær onga ávirkan á, hvør er formaður í Miðflokkinum - í hvussu er ikki fyribils. Tað segði Jenis av Rana í gjárkvøldið.
Miðflokkurin fekk 6,8 prosent av atkvøðunum í gjár. Tað er 3,3 prosentstig meiri enn á seinasta fólkatingsvali.