Í atkvøðugreiðsluni hjá Ekstra Blaðnum á netinum liggur Jens Marni Hansen heilt frammi í oddinum. Veddingarfyritøkurnar eru rættiliga ójavnar á máli um, hvør fer at vinna danska Tónleika Grand Prix?ið. Fleiri hava Simone á odda í dysti við Sukkerchok, men onkur hevur Jens Marna fremst.
Unibet hevur Jens Marna Hansen sum favoritt við odds 3,0, meðan Ladbrokes ikki geva honum nakran møguleika við oddsunum 26.
Ekstra Blaðið hevur tó eina atkvøðugreiðslu á heimasíðu síni, og har sær nú ikki so heilt galið út hjá føroyska sangaranum. Gamaní halda tey flestu, at Simone fer at vinna, men Jens Marni Hansen er á einum øðrum plássi.
Í løtuni fær Simone 27% av atkvøðunum, meðan Jens Marni fær 20%. Tætt í hølunum á honum liggja tó Sukkerchok við 18% av atkvøðunum.
Skulu vit trúgva hesari atkvøðugreiðsluni fer kappingin heilt víst at standa millum hesi trý nevndu, tí nummar fýra á listanum er Bryan Rice við 11% av atkvøðunum.
Út frá hesum skuldi Jens Marni tó havt ein rímiliga góðan møguleika, gera føroyingar av at standa saman um sangaran úr Kollafirði.