Jens Marni syngur á summarveitslu

Leygardagin 10. juni verður skipað fyri summarveitslu á Hálsi í Havn. Hetta er eitt tiltak, sum Thomas Dam á Hálsi skipar fyri, og á skránni verður tað, sum fyritøkan rópar “havadagur” og “brúðardagur”.

 

Thomas Dam fer at sýna fram vørur úr hegn-og náttúrubúðini, eins og vørur eisini verða sýndar úr veitslu-og køksbúðini.

 

Skráin fyri dagin byrjar klokkan 10, og tá byrjar summarveitslan á Hálsi.

 

Fyrrapartin henda dagin fara Bowling og Okkara at bjóða brellbitar og smakkiroyndir, og frá klokkan 11 fáa øll ókeypis pylsur av grillini.

 

Jens Marni Hansen fer at spæla og syngja klokkan 13, og seinni fer blómubindari eisini at ráðgeva áhugaðum um borðpynting.