Jens Martin: Føroyar reistu seg leikliga (FM1)

(FM1) Hoyr fyrrverandi landsliðsmálverjan, Jens Martin Knudsen seta orð á føroyska avrikið í Gijon

- Hetta var nakað heilt annað enn móti Svøríki. Hetta staðfestir fyrrverandi landsliðsmálverjin, núverandi fótbóltsviðmerkjarin og hjálpirvenjarin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen um føroyska fótbóltslandsliðið aftaná dystin móti Spania í Gijon fyrr í kvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Jens Martin Knudsen fyrr í kvøld. 

Jens Martin Knudsen heldur føroyska liðið kann standa inni fyri leikliga avrikinum og hugburðinum, ið var sýndur í kvøld hóast talan er um somu siffur sum í tapinum móti Svøríki.

Eitt mál frá Jóannes Bjartalíð hevði broytt dystarmyndina nógv, og eins og føroyski hópurin iðrar Jens Martin seg um, at tað fóru tvey mál inn heilt móti dystarenda.

Jens Martin Knudsen heldur, at núverandi landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen reisti seg við avrikinum í Gijon í kvøld. 

 

(Samanumtøka: Jens Martin Knudsen)