Jens Martin Knudsen til HB

Betri deildin menn: Málmanslegendan Jens Martin Knudsen verður málmansvenjari í HB

Mynd: (hb.fo) Símun Samuelsen, nevndarlimur, og Jens Martin Knudsen

HB hevur í dag kunngjørt, at málmanslegendan, Jens Martin Knudsen, verður málmansvenjari hjá Betri monnum.

 

- Harvið er venjaratoymið hjá monnunum fullsett til komandi kappingarár, skrivar HB.

 

Jens Martin Knudsen verður í venjaratoyminum saman við italsku Adolfo Sormani, Giovanni Mazella og Gilberto Voltolina. So er spurningurin um Jens Martin Knudsen verður einasti Knudsen í HB til komandi kappingarár. Sum skist eru tey flestu av toppfeløgunum í Føroyum eftir soninum, Peturi Knudsen, sum í løtuni er uttan felag.

 

Mynd: (hb.fo) Símun Samuelsen, nevndarlimur, og Jens Martin Knudsen