Jens Martin Knudsen til Íslands

Fótbóltur: Nú manglar bert undirskriftin á sáttmálan millum Jens Martin Knudsen og íslendska felagið Leiftur

Kemur einki óvænta uppí, missur GÍ nú sín trygga aftasta skansa.

Jens Martin Knudsen, sum hevur spælt flest altjóða dystir á føroyska landsliðnum, skal næsta ár royna seg í íslendska felagnum Leiftur.

­ Enn havi eg ikki skrivað undir sáttmála við íslendska felagið, men eg havi havt samráðingar við teir, og um nakrar dagar fái eg eitt útkast til sáttmálan. Er hann soleiðis, sum eg vænti hann er, skrivi eg undir, sigur Jens Martin Knudsen við Ítróttarsosialin.

Jens Martin Knudsen vardi málið hjá GÍ øll meistaraárini frá 1992 til 1995, og eisini í ár hevur hann spælt í Gøtu.

Men sum støðan er í løtuni, verður tað ikki í GÍ, at Jens Martin spældir næsta ár.

­ Eg havi eisini fingið okkurt tilboð frá føroyskum felag, sum er sera gott, men eg vil siga soleiðis, at broytist støðan ikki munandi nú, spæli eg við Leiftur næsta ár, sigur landsliðsmálverjin.


Fleiri fyrimunir

í Íslandi

Næsta ár skal Páll Guðlaugsson venja Leiftur, og hann hevur fingið til uppgávu at skaffa onkrar føroyskar spælarar við sær yvir til Íslands.

Jens Martin Knudsen er tann fyrsti, sum váttar, at hann hevur fingið tilboð frá íslendska felagnum, men Ítróttarsosialurin hevur frætt, at Øssur Hansen eisini er rættiliga nær einum sáttmála við Leiftur. Vit royndu í gjár at fáa fatur á Øssuri, men tað eydnaðist okkum tíverri ikki.

Íslendska felagið endaði sum nummar trý í kappingini, sum endaði nú í heyst, og teir hava farnu tíðina selt fleiri spælarar. Millum annað hava teir selt kekkiska málverjan, teir hava havt farnu árini, av landinum, og tí eru teir meiri enn áhugaðir í at fáa føroyska landsliðsmálverjan at spæla við teimum.

­ Tað eru fleiri fyrimunur við at fara til Íslands at spæla. Eg komi at spæla á grasið, støðið er nakað hægri enn her í Føroyum, og so hevði ein slík avbjóðing verið ein veldug motivatión, sigur Jens Martin Knudsen.


Sáttmála

fyri eitt ár

30-ára gamli Jens Martin Knudsen telist millum best kendu føroysku spælararnar, og síðani tiltikna bragdið í Landskrona á sinni, hevur føroyski málverjin fleiri ferðir fingið fyrispurningar úr útlondum, men ikki fyrr enn nú er tað vorðið veruliga aktuelt at fara uttanlands at spæla.

­ Donsku f eløgini, sum eg havi fingið fyrispurningar frá, havi ikki spælt á tí støðinum, sum eg kundi hugsa mær at spæla á, og skuldi eg til dømis farið til Skotlands at spælt, hevði eg verið noyddur at gjørt ein trýárasáttmála, sigur Jens Martin Knudsen.

Sáttmálin, sum Jens Martin væntandi skrivar undir við Leiftur, er bara fyri eitt kappingarár, og tað vil siga frá 1. mai til 30. september.

­ Eg havi lagt dent á, at eg skal venja upp í Føroyum. Og fái eg tað ígjøgnum, verði eg í GÍ til 1. mai, tá eg so fari til Íslands.


Meiri sjónligur

Við at fara til Íslands at spæla, gerst Jens Martin Knudsen uttan iva meiri sjónligur. Nógv fleiri fólk fara til fótbóltsdystirnar í Íslandi, og umboð fyri útlendsk feløg leita javnan í Íslandi eftir spælarum. Og sum dømi kann nevnast, at júst Leiftur, har Jens Martin helst skal spæla, hevur selt sjey spælarar farna árið.

Men enn er sáttmálin millum Jens Martin Knudsen og Leiftur ikki undirskrivaður, og so leingi hann ikki er tað, siga royndir, at eitthvørt kann henda.

Men hendir ikki nakað kollveltandi, verður Jens Martin Knudsen næsta ár ein av spælarunum í íslendsku kappingini.