Í meira enn 30 hevur hann starvast í loftmiðlunum – hann hevur havt skiftandi størv í Sjónvarpinum, Útvarpinum og seinast Kringvarpinum. Í næstan 18 ár hevur hann verið stjóri fyri Útvarpið – og síðani Kringvarpið – men hevur hann sett fyribils punktum fyri yrkisleiðini í miðlaheiminum.
Hvussu kennist tað at gevast í Kringvarpinum?
- Tað var ein stór persónlig avgerð at taka – at gevast í Kringvarpinum og fara at royna nakað annað – men hjá mær er tað soleiðis, at tá ið avgerðin er tikin, so er hon tikin.
- Eg havi havt 31 góð ár í loftmiðlunum, og eg havi tað gott við, at tað kapittulið í mínum lívi nú er liðugt. Eg eri takksamur fyri, at eg eri sloppin at royna so nógv ymisk størv í loftmiðlunum, og tí hava árini eisini verið varierað.
Eitt er at taka avgerðina, men nakað annað tá ið dagurin so kemur. Hvussu var seinasti dagurin til arbeiðis?
- Tá vóru meira enn tríggir mánaðir farnir, síðani eg tók avgerðina og boðaði frá henni, og tá ið hevði eg vant meg við tankan, at nú skuldi gevast og fara til nakað annað. Eg var púra avkláraður, tá ið seinasti arbeiðsdagurin kom.
- Tað vóru tvær høvuðsorsøkir til, at eg gavst sum stjóri í Kringvarpinum. Onnur var, at eg vildi sleppa at royna eitt annað arbeiðspláss enn tað, sum eg hevði verið so leingi á í mínum arbeiðslívi.
- Hin orsøkin var, at vit høvdu arbeitt við eini samanlegging av útvarpi og sjónvarpi, og vit høvdu eina ætlan fyri, hvussu hetta skuldi gerast. Tá ið tað so ikki gjørdist rættiliga soleiðis, sum vit høvdu ætlað, so var mín leiklutur líkasum útspældur.
Strævið til tíðir
Kennist tað sum ein lætti at sleppa frá sum kringvarpsstjóri?
- Tá ið tú hevur verið so leingi í einum starvi, so er tað tí, at tú hevur trivist, og tí haldi eg ikki endiliga, at tað kennist sum ein lætti at sleppa úr tí. Men tað er heldur eingin loyna, at tað er eitt árent starv, har tú allatíðina skalt standa til svars fyri tað, sum stovnurin ger. Tá kann tað onkuntíð gerast eitt sindur strævið.
- Serliga tíðin, tá ið eg virkaði sum stjóri í bæði Útvarpinum og Sjónvarpinum var strævin. Eg skuldi verða sjtóri í SvF fyribils í tríggjar mánaðir, men tað gjørdist til eitt heilt ár, og tað var krevjandi. Stovnarnir høvdu ymiskar virkismentanir, og tí skuldi tú stilla inn á eina aðra kanal, tá ið tú fórt frá einum stovni til annan.
Skifta fyri at royna nakað annað
Hvussu var tann seinasta tíðin, tá ið tú skuldi rigga av í Kringvarpinum?
- Eftir so nógv ár er tað sjálvsagt nógv at rudda upp, og tað havi eg brúkt nakað av tíðini til. Men eg havi eisini tikið mær av teimum dagligu uppgávunum, sum stjórin hevur, heilt til tað seinasta.
- Tíðin at gevast var væl vald, tí alt programmvirksemið hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum er lagt til rættis næstu tíðina, og tað verður í heyst, at nakað nýtt skal koma, so tað passaði væl, at eg gavst nú, og so kann tann nýggi stjórin taka við.
Er hetta eitt endaligt farvæl til miðlaheimin?
- Nú fari eg at royna nakað heilt annað, men hvat framtíðin hevur at bjóða, veit mann ongantíð. Men tá ið tú hevur sitið í tí ovasta starvinum á einum stovni, so hevur tú ikki nakað annað val enn at skifta, tá ið tú vilt royna nakað annað.
Fert tú at sakna miðlaheimin?
- Tað veit eg ikki rættiliga. Nú havi eg tikið hesa avgerðina, og nú havi eg fingið eitt nýtt og spennandi starv. Eg rokni við, at tað kemur at fylla mítt arbeiðslív næstu tíðina
Jógvan Jespersen er farin í starv sum stjóri fyri Felagið Nótaskip.