Hákun Djurhuus eitur í løtuni Hákun minimus Snýs tær baby á heimasíðuni hjá tykkum, og eg síggi á síðuni, at tín deild hevur ábyrgdina av heimasíðuni. Hvussu vilt tú greiða frá tí?
– Ná? Ok? Tað mugu vit gera nakað við. Takk fyri, at tú ringdi.
Upplýsingarnir koma týðiliga óvart á Sigmund Ísfelt, deildarstjóra fyri alment diplomati í Uttanríkisráðnum, sum sambært heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum tekur sær av heimasíðuni.
Men Sigmundur Ísfelt lovar at venda aftur, tá hann veit, hvat gongur fyri seg.
Tá heimasíðan verður tikin inn av nýggjum lítla løtu seinni er navnið hjá Hákuni J. Djurhuus aftur rætt og starvsheitið er aftur stjóri.
Eitt mistak
Rúma tíð seinni, tá Sigmundur Ísfelt hevur kannað, hvat hendi, greiðir hann frá, at hetta var eitt flovisligt mistak.
– Tað var onkur, sum sat og spældi sær við heimasíðuna og ikki var greiðir yvir, at hetta fór út. Hetta er sjálvandi eitt mistak. Eitt flovisligt mistak, staðfestir Sigmundur Ísfelt.
Spurdur hvørjar avleiðingar tað fær, staðfestir deildarstjórin við ábyrgd av heimasíðu, at viðkomandi, sum hevur verið atvoldin til hendingina ikki verður uppsagdur, men sjálvandi fær at vita, at hatta ikki ber til.
Uttanríkiráðharrin dámar illa
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, staðfestir, at støðan við heimasíðuni í gjár var keðilig.
– Eg kenni ikki til málið, men slíkt eigur ikki at finna stað, staðfestir uttanríkisráðharrin.
Hann leggur afturat, at ráðið altíð hevur havt eina seriøsa síða, og soleiðis skal tað halda fram.