Jimmy Carter fær Nobel-friðarheiðurslønina 2002

Fyrrverandi amerikanski forsetin fær heiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði fyri friði kring heimin.

Friðarheiðursløn
Í grundgevingunum fyri at lata Jimmy Carter ársins Nobel-friðarheiðursløn sigur norska Nobelnevndin m. a., at nevndin heiðrar hann fyri hansara drúgva arbeiði at loysa altjóða ósemjur á friðarligan hátt og fyri hansara arbeiði fyri demokratii og mannarættindum.
Nevndin sigur, at í sínum forsetaskeiði var Jimmy Carter semingsmaðurin, sum átti stóran lut í Camp David-sáttmálanum millum Ísrael og Egyptaland, og at hetta í sær sjálvum ger hann verdugan til at fáa friðarheiðurslønina.
Nevndin vísir eisini á, at síðani Jimmy Carter fór úr forsetaembætinum, hevur hann virkað fyri friði og semju nógvastaðni, umframt at hann hevur verið valeygleiðari víða um heimin. Hansara arbeiði ímóti tropiskum sjúkum og fyri vøkstri og menning í menningarlondunum hevur eisini verið umfatandi, sigur Nobelnevndin.
Tann 78 ára gamli Jimmy Carter fær friðarheiðurslønina handaða á ráðhúsinum í Oslo tann 10. desember.