- Gamla produktiónslúkan, sum er stívliga 60 ára gomul, var í ringum standi og mátti skiftast, og eisini mátti betongið skiftast.
Produktiónslúkan er inni í driftstunlinum í Heygadali og leiðir vatn oman til turbinuna í heygavirkinum hjá SEV á Válinum.
Tað siga tey á Facebook-vanganum hjá J&K Petersen í dag, og her verður lagt aftrat, at tá lúkan er opin, kann turbinan koyra, og streymur verður framleiddur.
- Hetta var eitt heldur serligt arbeiði. Arbeitt varð inni í einum 100 metrar longum tunli, har tað er ein 26 metrar høg og smøl skakt, sum produktiónslúkan situr í.
Hjá J&K siga tey, at arbeiðsumstøðurnar her vóru bæði trongar og truplar, og tí kravdi arbeiðið eisini nýhugsandi loysnir.
- Sergjørdir plattar við lemmum vórðu gjørdir til at sleppa upp í skaktina, og falltrygging við rýmingarsveivi varð krøkt í erva - um tað skuldi verið neyðugt at fingið starvsfólk úr skaktini í skundi.
Sagt verður, at í staðin fyri at brekka við hond, varð ein ultra-hátrýstspulari brúktur til at reinsa og bróta betongið og til at beina burtur rust.
##med2##
- Hetta varð gjørt fyri at minka um ávirkanina á kroppin, sum brekking hevur og fyri at tryggja, at rivur ikki settust í betongið.
Lagt verður aftrat, at tá betongið var reinsað, varð ramma til nýggju lúkuna sett í, og stoypingin kundi byrja. Einar 150 trillubørur við betongi vórðu trillaðar tvørtur um ánna og inn í tunnilin.
- Hóast avbjóðandi arbeiðsumstøðurnar, gekk arbeiðið væl og varð avhendað hin 5. september.
Hjá J&K siga tey, at í næstum kemur nýggja lúkan á staðið. Hon skal flytast tvørtur um byrgingina í Heygadali, inn í tunnilin og fáast niður í skaktina.
- Ein norskur veitari, Andritz, syrgir fyri at seta nýggju produktiónslúkuna í, siga tey á Facebook-vanganum hjá J&K Petersen Contractors í dag.
##med3##