J&K Petersen skal hava nýggjan stjóra

Steinolvur Petersen fer frá sum stjóri. Fyribilsstjóri er Sigtór A. Petersen.

Steinolvur Petersen, sum hevur verið stjóri hjá J&K Petersen seinastu 16 árini, fer nú frá sum stjóri

Tað verða í løtuni gjørdar umskipanir í stóru byggifyritøkuni J&K Petersen. Ein avleiðing er, at stjórin seinastu mongu árini, Steinolvur Petersen, sum saman við mammu síni Ragnhild Petersen eigur 80 prosent av byggifyritøkuni, fer frá sum stjóri.

Fyribils er hann í farloyvi.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Steinolvi Petersen, og fyribilsstjórin, Sigtór A. Petersen, vil einki siga, men vísir til nevndarformannin, Christian Andreasen, sum heldur einki vil siga uttan tað, at tey koma við eini fráboðan seinni í vikuni.

Seinasta roknskaparárið hjá fyritøkuni var ikki gott. Hon hevði hall upp á 24 milliónir krónur – og uttan kapitalpartar var hallið 28 milliónir krónur. 

Til samanberingar hevði hin stóra byggifyritøkan og kappingarneyti hjá J&K Petersen, Articon, eitt yvirskot upp á slakar 17 milliónir krónur.

 

Seinastu trý roknskaparárini hjá J. & K. Petersen Contractors P/f hava annars víst yvirskot upp á ávikavist 6 milliónir krónur, 16 milliónir krónur og 9 milliónir krónur.

 

Eginogn felagsins er nú góðar 42 milliónir krónur. Hjá felagnum starvast sambært roknskapinum á vinnuvitan.biz 118 fólk. 

 

 

 

Steinolvur Petersen, sum hevur verið stjóri hjá J&K Petersen seinastu 16 árini, fer nú frá sum stjóri