Jóan Símun Edmundsson er tøkur at spæla fyri Vejle aftur, nú hann ikki kundi fara til Finnlands, vegna tað reyða kortið hann fekk í dystinum ímóti Norðurírlandi fríggjakvøldið.
Jóan Símun og Vejle spældu oddauppgerð á útivølli ímóti Lyngby í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Lyngby vann 3-2, aftaná hálvleiksstøðuna 2-0 til Lyngby. Jóan Símun kom inn tá ein hálvur tími var eftir at spæla. Tá varð støðan 2-2. Jóan Símun hevði ein stóran málmøguleika at javna til 3-3 í teimum doyggjandi sekundunum, men rangstøða varð dømd.
Lyngby er oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 15 stigum. Fredericia, felagið hjá Rógva Baldvinsson er nummar tvey við 14 stigum. Vendsyssel, sum hevur Hall Hansson, René S. Joensen og Meinhard E. Olsen í hópinum er nummar trý við 13 stigum. HB Køge og Vejle hava 11 stig hvør.