Jóan Símun klárur – Brandur er ivasamur

Manslandsliðið: Håkan Ericson sigur, at hann væntar fleiri minuttir frá toftamanninum, men at tað er meira ivasamt við Brandi

Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Albania, sum verður týskvøldið klokkan 19.45.

 

Á tíðindafundinum bleiv Håkan Ericson spurdur bæði um spælskipan og hvussu støðan er hjá spælarunum. Hann segði, at tað verður ein nýggj spælskipan til dystin og at Jóan Símun Edmundsson er í spæl til fleiri minuttir.

 

- Jóan Símun Edmundsson kom inn og gjørdi tað væl. Hann hevur hvílt væl og kennir einki til skaðan. Tí meta vit, at vit hava hann tøkan til fleiri minuttir hesa ferð enn seinast, sigur Håkan Ericson, sum tó ivast um hann hevur Brand Hendriksson tøkan.

 

- Gilli Rólantsson hevur leikbann, men tað er eitt sindur ivasamt, um Brandur er klárur at spæla. Tað fáa vit at síggja, sigur Håkan Ericson.

 

Landsliðsvenjarin heldur fyri, at Kekkia er millum tey sterkastu londini, sum vit hava møtt. Hann kallar tað sterkasta heildin, sum vit hava spælt í móti, tó at kekkar ikki hava heimsstjørnur á liðnum.

 

- Albania er eitt øðrvísi lið. Teir eru tekniskir og spæla í smáum økjum. Lykilin er at fáa nakrar umstillingar, tí Albania eru framrættaðir og leypa á við nógvum spælarum, sigur Håkan Ericson.

 

Dysturin millum Føroyar og Albania verður í annaðkvøld klokkan 19.45.