Jóannes heldur pílurin peikar rætta vegin

Tvífaldi málskjúttin er ógvuliga væl nøgdur við leikliga avrikið hjá klaksvíkingum, og liðformaðurin hjá 07 Vestur heldur, at hansara menn vístu góðan hugburð

Tað endaði 4-0, tá ið toppliðið og komandi meistaraliðið KÍ í dag hevði vitjan av 07 Vestur.

 

Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Tað fyrra var eftir framlegging úr høgru, og tað seinna var eftir snilda fríspæling av miðásinum og millum miðverja og vongverja í vinstru.

 

Eftir steðgin var tað Jóannes Bjartalíð, sum skoraði tvey mál. Tað fyrra var við fínum stútara, eftir at Jóannes K. Danielsen við horna legði innfyri úr vinstru, og tað seinna var við tryggum brotssparki, eftir at innskifti Bob Sumareh varð feldur í brotsteiginum.

 

KÍ hevði stóra leikliga yvir vág, og KÍ spældi seg til nógvar málmøguleikar. Vágamenn vístu fínan hugburð, og teir blokeraðu ofta, tá ið klaksvíkingar royndu ímóti málinum.

 

-Vit eru stak væl nøgdir við avrikið. Tað var væl betri, enn tað var, tá ið vit vunnu 5-0 á Svangaskarði. Vit arbeiddu væl fyri hvørjum øðrum, og vit vóru ágrýtnir og væl skiparðir í verjupartinum, sigur Jóannes Bjartalíð.

 

Ert tú komin teg heilt, eftir at tú ikki var við í summar?

 

-Tað restar eitt sindur, men pílurin peikar avgjørt rætta vegin, sigur Jóannes Bjartalíð.

 

Jóannis á Steig er liðformaður hjá 07 Vestur. Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 5-0 og 9-0 í Sørvági, og hóast talan aftur í dag var um greitt tap, so er liðformaðurin nøgdur við avrikið:

 

-Hugburðurin var sera góður í dag. Allir spælararnir ofraðu seg, men tað vísti seg í fyrra hálvleiki at vera dýrt, at vit mistu í uppspælinum, tí tað eru teir í KÍ góðar at sekta. Vit venja nógv, og vit eru væl fyri, og vit ætla okkum at vinna nøkur stig aftrat, sigur Jóannis á Steig.

 

 

 

KÍ – 07 Vestur 4-0 (2-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

2-0: Árni Frederiksberg

 

3-0: Jóannes Bjartalíð

 

4-0: Jóannes Bjartalíð br

 

Dómari: Alex Troleis

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Jesper Brinck – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Claes Philip Kronberg, Jasper Van Der Heyden – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Dann Fróðason, Kevin Michel Jablinski, Dánjal Pauli Lervig – Martin Heiberg Pettersson, Janus Svabo Samuelsen – Teitur Olsen, Predrag Jeremeic, Jóannis á Steig – John Fagerström