Jóannes og Marita hitta Nyrup og Stavad

Tað verður í kvøld klokkan 19:00, at nógv umtalaði fundurin verður millum danska og føroyska Javnaðarflokkin á skrivstovuni hjá danska Javnaðarflokkinum á Thorvaldsensvej 2 í Keypmannahavn

EIRIKUR LINDENSKOV ÚR KEYPMANNAHAVN:


Eyðsæð er, at hesin fundur hevur stóran týdning fyri danska javnðarrflokkin, tí ovastu topparnir - sjálvur forsætisráðharrin og formaðurin í flokkinum, Poul Nyrup Rasmussen og næsti maður hansara, Ole Stavad, møta á fundinum.


Fyri føroyska javnaðarflokkin møta Jóannes Eidesgaard, nývaldi fólkatingsmaðurin og Marita Petersen, fyrrverandi formaður og varamaður hjá Jóannesi Eidesgaard á fólkatingi.


Donsku fjølmiðlarnir hava givið hesum fundi stóran ans. Í gjár, tá Jóannes Eidesgaard kom til Danmarkar við flogfarinum hjá Atlantsflog, stóð TV2 fyri honum - eins og næstformaður danska Javnaðarfloksins, Ole Stavad.


Marita Petersen kom niður til Danmarkar við flogfarinum hjá Atlantsflog í dag, og klokkan 15:00 seinnapartin setturst Marita Petersen og Jóannes Eidesgaard í fundarhølinum hjá føroysku viðskiftastovuni at fyrireika seg til fundin.


Hvat kemur burtur úr fundinum er ilt at meta um, tí Marita Petersen og Jóannes Eidesgaard vilja einki siga fyri fundin, fyri ikki at skaða samráðingarnar.


Men Jóannes Eidesgaard hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at tey hava trý høvuðsmál, tey ætla at tosa um á fundinum:


- Bankamálið

- Afturgjaldingin av skuld landskassans til statskassan

- og ríkisrættarligu viðurskiftini millum Danmark og Føroyar


Borgarligu politikararnir í Føroyum hava skotið Jóannesi Eidesgaard í skógvarnar, at hann er í ferð við at sabotera bankamáli - við á henda hátt at taka málið í egnar hendur.


- Men tað er ikki rætt, sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at hann respekterar støðuna, sum landsstýrið hevur í hesum máli.


Sosialurin fer at fylgja fundinum - og meira verður at frætta seinni