Skulu vit trúgva veljarakanningini, so vilja fleiri og fleiri hava at Jóannes Eidesgaard skal verða okkara næsti løgmaður.
Hetta er ein fittur vøkstur um vit sammeta hesa veljarakanningina við ta kannigina, sum SvF gjørdi. Hon vísti eisini at Jóannes Eidesgaard var tann føroyski politikarin, sum hevði størstu undirtøkuna, men sambært teirri kanningini fekk Jóannes undirtøku frá fjóðra hvørjum føroyingi.
Sambært seinastu kanningini fær hann undirtøku frá triðja hvørjum føroyingi.
Og munurin niður til næsta mann bara økist.
Í kanningini hjá SvF fekk Anfinn Kalsberg 10 % á øðrum plássi, men eisini hann fær størri undirtøku nú enn fyri einum mánað síðani.
Hesaferð halda 13 ,31 pst. at Anfinn Kalsberg skal verða okkara næsti løgmaður okkara.
Edmund
stendur í stað
Hjá núverandi løgmanni, Edmundi Joensen er slík kanning neyvan hugaligur lesnaður.
Bert 7 prosent halda, at Edmund Joensen skal halda fram sum løgmaður.
Hjá Heina O. Heinesen er støðan tann sama, sum hjá Edmundi. Hann stendur í stað og fær eins og í kanningini fyri einum mánað síðan bara 4 prosent.
Harafturímóti er Heini nú við at verða yvirhálaður av einum nýggjum manni. Tað er eingin verri enn Høgni Hoydal. Høgni fær sambært okkara kanning undirtøku frá 3,17 prosentum av fjøldini.
Nýggi formaður Sjálvstýrislfloksins Sámal Petur í Grund fær undirtøku frá tveimum prosentum,
Væl dámdur
í nógvum flokkum
Hyggja vit eftir hvaðani atkvøðurnar hjá Jóannes Eidesgaard koma, so síggja vit, at tær koma úr øllum flokkum, tó mest úr Javnaðarflokkinum.
Jóannes Eidesgaard kann, sum tann einasti, breggja sær av, at hann fær atkvøður úr øllum flokkum.
Av teimum, sum hava atkvøtt fyri honum koma 51,4 úr Javnaðarflokkinum, meðan 12,3 koma úr Tjóðveldisflokkinum.
Harafturat halda bæði sambandsfólk og enntá eisini fólkafloksmenn halda, at Jóannes er rætti maðurin til starvið.
Hjá Anfinni Kalsberg er støðan tann, at 71,6% av teimum, sum atkvøða fyri honum eru floksfelagar við hann.
Nakrir sambandsmenn halda eisini, at Anfinn Kalsberg er betri egnaður at leiða hetta land enn teirra egni Edmund Joensen og eisini hevur onkur hissini tjóðveldismaður skotið Anfinn upp sum formansevni, men eingin javnaðarmaður heldur, at Kalsberg kann brúkast, sum formaður.
Sambandsmenninir
halda við sítt
Atkvøðurnar hjá Edmundi Joensen koma fyri tað mesta úr egnum flokki.
Løgið, tá hugsa verður um, at fyri umleið seks vikum síðani, kundi helvtin av »undirsáttum« hansara ikki brúka hann sum formann.
Nú kunnu tey brúka hann sum løgmann.
Tó skal tað eisini sigast, at Edmund eisini fær stuðul frá fólkafloksatkvøðum.
Heini O. Heinesen er tann av teimum fýra, sum hevur tann »smælasta« uppbakningin.
Tað eru stórt sæð bert Tjóðveldisfólk, sum halda at Heini kann brúkast sum løgmaður.
Kynsbýtið
Tað sær út til, at tað serliga eru kvinnurnar, sum vilja hava Jóannes Eidesgaard til løgmann.
Býtislutfallið millum menn og kvinnur er í hasara føri 61,6% kvinnur og 38,4% menn, meðan tað hjá Anfinni Kalsberg fer hinvegin. Har er býtið 45% kvinnur og 55%menn.
So er spurningurin hví tað er so?
Eru kvinnurnar bangnar fyri Anfinni Kalsberg og hansara politikki - eitt nú privatiseringum og skattalættum? Tað kundi hent at tað var ein av orsøkunum.
Kvinnurnar halda óiva, at tað við Jóannesi sum løgmanni eru eitt størri rættvísi, har eitt nú tænastuviðurskiftini eru í tryggari kørmum.
Ein onnur frágreiðing uppá framgongdina hjá Jóannesi, kann eisini verða hansara arbeiði í fólkatinginum.
Jóannes helt sítt lyftið um ikki at blanda seg, eitt nú í hvør skuldi verða formaður í fólkatinginum og tað er væl hugsandi, at tað er ein av høvuðsorsøkunum til hansara økta »popularitet«.
Tey vita ikki
Tað skal tó eisini leggjast afturat, at ein stóru partur av teimum spurdu ikki eru eru greið yvir hvønn tey skulu velja.
Heili 32 prosent av veljarunum vita ikki ella hava einki svar uppá hvønn tey vilja hava til løgmann.
Hetta er eitt rættuliga stórur partur, men er tó munandi minni enn tað var í kanningini hjá SvF fyri einum mánað síðan.
Tá søgdu 43 prosent seg ikki vita hvønn tey vildu hava til løgmann.
Tá luttøkan er eins stór til báðar kanningarnar, so er tað tó nakað, sum bendir á, at føroyingar vilja hava Jóannes Eidesgaard til løgmann.