Tíðindastovan AP skírir Joe Biden sum vinnara av svingstatinum Wisconsin við 49,6 prosentum av atkvøðun um ímóti 49 prosentum til Donald Trump.
Við sigrinum í Wisconsin fylgja 10 valmenn.
Fyri at verða valdur sum næsti forseti í USA skal Joe Biden vinna 270 valmenn.
Joe Biden hevur í løtuni 248 valmenn, og hann kann tryggja sær forsetaembætið, um hann vinnur í Michigan og Nevada.
Sitandi forsetin, Donald Trump, hevur í løtuni 214 valmenn.
Wisconsin var ein av tættastu statunum á forsetavalinum í 2016. Her fór Trump við sigrinum upp á minni enn eitt prosent.
Wisconsin er útnevndur sum kanska ein av teimum mest avgerandi statunum í stríðnum um at vinna valið.
Fyri sigurin hjá Trump í 2016 hevði Wisconsin verið parutr av einum blokki upp á 18 statir og District of Columbia, sum frá 1992 hava valt valevnið hjá Demokratunum á øllum forsetavalum.
/ritzau/