Joe & The Shitboys nerta við sálarheilsu á nýggjum staklagi

Nýggi sangurin kallast 'PLEASE SEEK HELP' og er ein hørðkjarna punk-áheitan um at viðlíkahalda sálarheilsuna.

Aftaná at hava flutt seg frá tí vanliga shitpunkinum við diskopunkara lagnum ‘MR. NOBODY’, útgeva føroysku satirisku punkararnir sítt harðasta lag higartil.

 

'PLEASE SEEK HELP' er sum eitt versnandi panikk anfall, og snýr seg um at søkja sálarliga hjálp.

 

Lagið er annað staklag av komandi heildarútgávuni, ið varð upptikin í einum gomlum analog studioði úti á landinum í Íslandi. Útgávan 'THE RESON FOR HARDCORE VIBES III' verður útgivin umvegis Tutl.

 

Fríði Djurhuus, sangari, sigur soleiðis í tíðindaskrivi frá Tutl:

 

- Tekstinir hjá Joe & The Shitboys eru vanliga tjúkt innpakkaðir í ironi. PLEASE SEEK HELP víkir frá hesum, og er ein líkatil áheitan um at fólk skulu viðgera síni sálarligu mein. Sangurin er bygdur á mínar egnu trupulleikar við sálarheilsu og ótryggleika, og tískil peikar hann fingranir eftir øllum, eisini mær sjálvum. Fólk gloyma at taka hædd fyri høvdi sínum í strembanini eftir tí fyrimyndarliga lívinum. Fólk liva við pínu, sum sjálvandi ávirkar ein sjálvan, men eisini tey rundanum seg. Tað er ikki neyðugt at skula stríðast allatíð. Tak tað næsta stigið og tosa við onkran, um tað so er ein vinur ella ein sálarfrøðingur. Passa upp á teg. Tú hevur virði, sigur hann.

 

Bólkurin hevur eina rúgvu av konsertum á skrá í summar, eitt nú í Stóra Bretlandi, Týsklandi, Kekkia, Slovakia, Svøríki og aðrastaðni.

 

Hoyr 'PLEASE SEEK HELP' her:

 

##med2##