Jørgen Niclasen kallar inn til tíðindafund í morgin klokkan 15 fyri at fortelja sína versjón av sonevnda tollmálinum
Formaðurin í Fólkaflokkinum, sum eisini er landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur síðsta mánaðin verið undir áhaldandi ákærum fyri sín leiklut í familjufyritøkuni N. Niclasen í Sørvági, har hann var stjóri fyrst í nítiárunum.
Sum táverandi stjóri fyri felagið N. Niclasen er Jørgen Niclasen undir skuldsetingum fyri at hava tikið út og selt vørur, sum ikki eru tollavgreiddar.
Í dag hevur Jørgen Niclasen stevnt bæði Kringvarpinum og Portal.fo fyri Fjølmiðlanevnduna fyri teirra tíðindaflutning í samband við tollmálið.
Og í kvøld kallar Jørgen Niclasen til tíðindafund, har hann ætlar at leggja fram eina frágreiðing um sama tollmálið.
Tíðindafundurin verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í morgin, fríggjadagin klokkan 15.
Við á tíðindafundinum verða Jørgen Niclasen og advokatur hansara, Christian Andreasen.
TRÝST HER fyri at síggja kæruna, sum Jørgen Niclasen hevur sent Fjølmiðlanevndini. (Kærur um Kringvarið til Fjølmiðlanevndini skulu sendast umvegis Kringvarpið, sum síðani skal ummæla hana og senda víðari til Fjølmiðlanevndina)