– Hóast hann ikki kann revsast, so eru skuldsetingarnar um snýt og svik ikki manaðar í jørðina.
Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var verji hjá Sveini Tróndarsyni í tollmálinum, tá tey trý kringvarpsfólkini og Sveinur Tróndarson vórðu dømd fyri ærumeiðing.
– Alment roynir Jørgen eisini at gykla fólki, at hann er reinsaður fyri skuldsetingarnar um groft tollsvik og misbrúk av álitisstarvi, sum umboð fyri Skipafelagið Føroyar í Sørvági.
– Í aðramátar royna stuðlar og politiskir ørindasveinar at geva almenninginum eina fatan av, at Jørgen er fullkomuliga fríkendur, og at allar hesar ákærur um álvarslig lógarbrot eru settar fram av órøttum!
– Tí kann av góðum grundum verða spurt, um Jørgen Niclasen við hesum veruliga er frídømdur fyri at hava snýtt í tolli ella ikki?
– Her kann svarast heilt stutt: Nei, Jørgen Niclasen er alt annað enn frídømdur fyri at hava snýtt í tolli, og ei heldur er hann frídømdur fyri at hava framt groft svik móti landskassanum, sigur Bjørn á Heygum í lesarabrævi, hann hevur sent Sosialinum.
– Veruleikin er nevniliga tann, at fullfíggjað og haldgóð prógv vóru førd fram um, at Jørgen Niclasen, sum stjóri í P/F N.Niclasen í Sørvági í tíðarskeiðinum 1989 - 1992 hevði ábyrgdina av, at hundraðtals vørusendingar vóru tiknar út av goymsluni hjá Skipafelagnum Føroyar, - uttan at verða tollgreiddar, - so sum fyriskrivað í lógini, - og uttan, at tollvaldið fekk neyðugu skjølini útflýggjað frá felagnum, - soleiðis at tollurin kundi uppgerast og tollrokning útskrivast.
– Jørgen Niclasen sigur so ramliga og við einum vissum stoltleika á røddini, at landskassin ikki misti eitt oyra av hansara lógarbrotum.
– Enn einaferð lýgur Jørgen Niclasen, tí tá málið varð uppgjørt varð staðfest, at landskassin hevði mist kr. 52.182,10, meðan restin av tapinum hjá landskassanum varð inndekkað av Skipafelagnum Føroyar, sum mátti bløða við kr. 382.720,16 vegna lógarbrotini hjá Jørgen Niclasen, sigur Bjørn á Heygum í greinini.
TRÝST HER fyri at lesa greinina