Jógvan Mørkøre - serfrøðingur við politiskari dagsskrá

29. mai var ein stór grein í Dimmalætting um fólkatingsvalið. Har var so ógvuligur nationalistiskur retorikkur, at bara tey mest víðgongdu mundu nikka, tá tey lósu.

Sjúrður Skaale

 

29. mai var ein stór grein í Dimmalætting um fólkatingsvalið. Har var so ógvuligur nationalistiskur retorikkur, at bara tey mest víðgongdu mundu nikka, tá tey lósu.

 

Valið, segði høvundurin, var bara hildið fyri at geva Ríkisfelagsskapinum ein ”fólkaræðisligan dám”. Føroyingar kallaði hann ”tegnar kongs”, sum bara vildu ”skava til sín” – og meira av somu skuffu.

 

Kanónirnar vendu móti Javnaðarflokkinum. Og har var einki atlit tikið til sannleikan yvirhøvur, tá kúlurnar blivu skotnar.

 

Javnaðarflokkurin, segði skribenturin, var ”farin aftur í sambandsreiðrið”, tí hann ikki longur vildi virkað fyri yvirtøkum. At tað er ósatt nervaði ikki tann rasandi høvundin.

 

Og Javnaðarflokkurin var, segði hann speirekandi, yvirhøvur ikki ein flokkur. Næstformaðurin, Heðin Mortensen, umboðaði ein flokk. Formaðurin, Aksel Johannesen, ein annan. Og fólkatingsmaðurin, eg sjálvur, ein triðja.

 

Eg hevði, segði hann, sett fram ”uppskot um at Føroyar skulu uppí ES”. Tað havi eg ikki gjørt – men tað legði hann vertin á.

 

Og tá eg (eins og mong onnur) hartaði løgmann fyri tað hann segði í Moskva á sinni, so var tað bara tí ”tað ikki fluktaði heilt við danskan uttanríkispolitik”. Tað er svørt lygn – men tað legði hann líka í. Og so fabuleraði hann víðari um, at eg var blivin partur danska javnaðarflokkinum heldur enn tí føroyska.

 

Høvundur var Jógvan Mørkøre. Og hann undirskrivaði seg ”samfelagsfrøðingur”...

 

Greinin var so ósonn, so ósaklig og so merkt at illsinni, at eingin svaraði til hana. (Uttan tey fáu sum eru so ekstrem, at tey tóku undir við henni. Tey róstu henni sjálvsagt á netinum).

 

 

Serfrøðingur

Men tað næsta vit hoyra til henda loysingarmann, sum er so víðgongdur at hann setir bæði sannleika og sakligheit til viks fyri síni sak, er, at hann situr sum ”serfrøðingur” í útvarpinum. Og tosar um fólkatingsvalið!

 

Maðurin stendur eisini fyri Fynd, sum ger veljarakanningar. Beint fyri valið ger hann eina kanning, sum er so rablandi gagg, at hon vísir, at luttøkan á fólkatingsvalinum fer at vera størri, enn hon plagar at vera á løgtingsvalum.

 

Hóast hetta verður kanningin tikin fyri fult av Kringvarpinum, og beint fyri valið situr so maðurin sjálvur – Jógvan Mørkøre – og útleggur sína egnu, vitleysu kanning í eini drúgvari samrøðu. Stiknið til Javnaðarflokkin, sum var lagt fram í Dimmu stutt frammanundan, spríkir úr hvørjum orði. Við støði í sínum fiktivu tølum ber hann tey boð, at Javnaðarflokkurin er í fríum falli, og at um sjálvstýrisfólk nú savnast um Tjóðveldi, so kanska tað gongur...

 

Heldur ikki hetta svaraði nakar til. Tað var ein dagur til valið, og fólk høvdu annað at gera enn at skeldast við Jógvan Mørkøre og Kringvarpið.

 

Aftur nú

Eg hevði heldur ikki ætlað at sagt nakað um hetta yvirhøvur – men tá sami rabiati nationalistur nú aftur situr sum ”serfrøðingur” í Kringvarpinum, so fari eg at minna fólk á, at óheftur er hesin maður ikki. Hann hevur eina klokkuklára partapolitiska dagsskrá – hana, sum varð løgd fram í Dimmu 29. mai.

 

Eg veit, at mann skal ansa sær at hava at miðlunum, tí mann verður hildin at vera erkvisin og taka synd í sær sjálvum.

 

Men Kringvarpið hevur so stóra ávirkan, at hetta má sigast.

 

Og eg sigi tað ikki bara tí tað snýr seg um Javnaðarflokkin. Sama kvøld sum sendingin um bankamálið varð send, átalaði eg alment ta happing, sum Jørgen Niclasen var fyri í sendingini. Og eg havi gjørt tað sama í størri grein síðani.

 

Hetta er heldur ikki á nakran hátt kritikkur av Tjóðveldinum – tí flokkurin hevur onga ávirkan á hvat Kringvarpið ger og ikki.

 

Tað gagnar øllum flokkum, at Kringvarpið er so sakligt og óheft sum gjørligt – samstundis sum tað røkir sína uppgávu sum kritikari og vaktarhundur.

 

Gott val øll somul J