Johan Dahl skal ikki røra pengarnar

- Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at peningur verður tikin frá ætlaða havrannsóknarskipinum til at byggja nýggja nólsoyarferju fyri. Tað staðfestir Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Tjóðveldi og umboð floksins í fíggjarnevndini.

Ein samd fíggjarnevnd mælti til at játta 25 milliónir á fíggjarlógini fyri í ár til nýtt havrannsóknarskip.

Hetta samtykti eitt næstan einmælt Løgting eisini.

Men herfyri róði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, framundir, at taka 20 milliónir av játtanini aftur, so at farast kann undir nýtt nólsoyarskip í ár.

Ført er fram, at tað kann skapa arbeiði á skipasmiðjuni, tí skipið er at kalla klárt at fara undir.

Hinvegin er havrannsóknarskipið komið so stutt áleiðis, at tað ber ikki til at brúka meiri enn fimm milliónir í ár.

Men hetta vil Tórbjørn Jacobsen ikki hoyra talan um!

- Tað er ein heilt greið, politisk avtala, at peningurin skal brúkast til nýtt havrannsóknarskip.

Hann sigur, at tað er enntá ásett í fíggjarlógini, at verður peningurin ikki brúktur í ár, kann hann goymast til seinni? ella støðlast, sum tað eitur.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað hevur gingið strilti at játta pening til havrannsóknarskipið, so tað ræður um at støðla so nógvan pening, sum gjørligt.

Hann sigur, at tí væntar hann, at tað fer aldrin at bera til at bróta semjuna, sum er gjørd um havrannsóknarskipið.

Tað væntar hann ikki, at nakar flokkur fer at góðtaka.

- Men skuldi tað hent, at Johan Dahl fær sín vilja, er niðurstøðan, at tað ber ikki til at gera semju um nakað sum helst aftur, leggur hann afturat.

Hann vísir eisini á, at nógvur peningur er brúktur upp á Ternuna, tí so varð sagt, at hon kundi brúkast til nólsoyarsigling í nøkur ár.