Vit heita staðiliga á Johan Dahl um at steðga royndini at destabilisera Pf. Atlantsflog við síni lítið umhugsaðu politisku cowboy-strategi. Hon tænir ikki felagnum. Skal hon tæna onkrum øðrum enn føroyska flogfelagnum, eigur landsstýrismaðurin at spæla við opnum, siga Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen í viðmerking til, at vinnumálaráðharrin ætlar at velja ein almennan nevndarlim afturat í nevndina hjá Atlantsflog
Tíðindaskrivið er soljóðandi:
»Fyri sløkum trimum árum síðani ? 28. apríl 2006 ? gav eitt samt løgting landsstýrismanninum í vinnumálum heimild í lóg til at selja upp til 33% av partapeningum í Pf. Atlantsflog. Ein treyt var, at felagið skuldi skrásetast á føroyska virðisbrævamarknaðinum. Hartil fekk landsstýrismaðurin heimild til at hækka partapeningin við í mesta lagi 70 mió. kr. í ognarinnskoti (apportinnskoti).
Ymiskar politiskar hugsanir vóru um málið, eitt nú róðu Tjóðveldi og Miðflokkurin framundir, at skilabest var at varðveita felagið á almennum hondum, fyri at tryggja loftvegis flutningin millum Føroyar og útheimin, ein avgerandi partur av undirstøðukervinum hjá einum oyggjalandi. Hinvegin mæltu fleiri til at selja 2/3 av felagnum beinanvegin, m.a. dastið av teimum, sum tá mannaðu ABC-samgonguna.
Fyri at fáa semju um eitt mál sum hetta, lendi eitt samt løgting á tí konsensus, at heimildin einans skuldi røkka til, at seld vóru 33% av felagnum, meðan tær almennu Føroyar framhaldandi skuldi eiga 67%. Tá felagið skuldi skásetast í altjóða keypsskálum, var umráðandi, at avgerðirnar hjá táverandi einaeigaranum vóru so stabiliserandi fyri felagið sum gjørligt. Somikið at sær komið var løgtingið hóast alt, at breið semja tá varð gjørd, fyri at tryggja eitt treytaleyst álit mótvegis keypsskálum, nýggjum íleggjarum og umheiminum yvirhøvur.
Mótvegis allari gamlari vanahugsan, hevur tað eydnast føroyingum, at skipa sítt egna flutningsfelag á veingjum, sum hartil hevur so dugandi fólk í starvi og í nevnd, at felagið í dag er einsamallur aktørar á rutum millum Føroyar og útheimin. Hetta er farið fram á einum marknaði, har frælsa kappingin hevur rátt og ræður. Ein annar stórur fyrimunur fyri føroyska samfelagið, er vinnustrategiin um, at Føroyar eru miðdepilin í øllum virki felagsins. Hóast hesa sannroynd, er Pf. Atlantsflog hartil helst tað einstaka føroyska felagið, har tað hevur vignast við størstu útrásini hesi seinastu árini.
Felagið var í sínari tíð skipað sum partafelag, fyri at politiska valdið skuldi halda seg til sín dont sum partaeigari. Felagið skuldi rekast á vanligum handilsligum grundarlagi - uttan politiska íblanding. Serligur tørvur varð á hesum, eftir at nýggir eigarar gjørdust partar av felagnum, og serliga eftir at felagið var skrásett í keypsskálunum. Álit er tað sama sum lívføri og lagna hjá einum felag í altjóða handli. Politisk og partapolitisk átøk í óðum verkum ávirka einans destabiliserandi. Í ringasta føri oyðileggjandi fyri álitið, og serliga fyri virðið á felagnum, eisini fyri almenna ognarpartin.
Í hesum døgum tykist tað, sum at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er farin í hernað, fyri at destabilisera Pf. Atlantsflog sum mest. Inntrivini hann ætlar, m.a., at avmarka rættindini hjá privatu partaeigarunum í mun til ognarlutin á umleið 100 mió. kr., og ætlanin um at rúmka um talið av nevndarlimum, fyri at tryggja sær sjálvum (sum høvuðspartaeigara) størri vald, er lítið álitisvekjandi, og kastar daprar skuggar yvir felagið, sum er eitt av fáum føroyskum feløgum í hesum døgum, sum hevur ein skilagóðan rakstur og eitt uppgangandi partabrævavirði í keypsskálunum.
Sum tingmenn fara vit hervið staðiliga at heita á landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um at steðga royndini at destabilisera Pf. Atlantsflog við síni lítið umhugsaðu politisku cowboy-strategi. Hon tænir ikki felagnum. Skal hon tæna onkrum øðrum enn føroyska flogfelagnum, eigur landsstýrismaðurin at spæla við opnum kortum mótvegis føroyska fólkinum, sum framvegis er veruligi eigarin av 2/3 av felagnum. Megnar hann ikki at steðga sær sjálvum, mega samstarvsfelagar hansara í Tinganesi gera tað, nú hann spælir hazard við felagnum, sum um, at tað var hansara egna kiosk.«
Tíðindaskrivið er undirskrivað av, Bill Justinussen, tingmanni Miðfloksins, og Tórbjørn Jacobsen, tingmanni hjá Tjóðveldi.