Mest umstríddi politikarin í Føroyum hetta valskeiðið hevur helst verið Johan Dahl, og júst rokið kring fyrrverandi fiskimálaráðharran er orsøkin til, at hann er mest fráverandi tinglimurin, nú tingið er farið í summarfrí, síðani tingmanningin á fyrsta sinni savnaðist eftir valið 3. februar 2004. Johan Dahl hevur forsømt 16 tingfundir av 39 møguligum, ein frávera á 30,7%, og tá eru fyrstu 20 dagar hansara sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum ikki íroknaðir.
Við hesi fráveru er Johan Dahl sannførandi á odda í fráveru av teimum 32 tingmonnunum, og við níggju forsømdum tingfundum er Høgni Hoydal á øðrum plássi, meðan Lisbeth L. Petersen er á triðja plássi við átta forsømdum tingfundum. Felags fyri hesi bæði er, at tey eisini sita í danska fólkatinginum.
Brúk fyri feriu
Sjálvur sigur Johan Dahl, at einfalda orsøkin til fráveru hansara er, at hann saman við familjuni valdi at fara í feriu í tríggjar vikur eftir alt rokið í fjølmiðlunum, har Johan sjálvur var høvuðspersónur.
- Familjan hevði brúk fyri eini feriu, eftir at eg hevði verið viðgjørdur í fjølmiðlunum í fleiri vikur, og tí havi eg forsømt so nógvar tingfundir, sigur Johan Dahl. Hann metir ikki avgerðina vera óseriøsa á nakran hátt, tá ferian sambært honum var neyðug og átroðkandi fyri bæði hann og familju, og tí toppar Johan Dahl fráverulistan hjá tinginum, síðani ABC-samgongan tók við.
------------
Av teimum 39 tingfundunum, síðani ABC samgongan fyrstu ferð savnaðist í tinginum 3. februar, hava tinglimirnir verið fráverandi so nógvar tingfundir:
Olav Enomoto0
Vilhelm Johannesen0
Heðin Zachariasen0
Alfred Olsen0
Kjartan Joensen1
Tórbjørn Jacobsen1
Annita á Fríðriksmørk2
Heidi Petersen2
Kristian Magnussen2
Óli Breckmann2
Henrik Old2
Andrias Petersen3
Hergeir Nielsen3
Jákup Mikkelsen3
Jenis av Rana3
Kaj Leo Johannesen3
Karsten Hansen3
John Johannessen3
Páll á Reynatúgvu3
Anfinn Kallsberg4
Marjus Dam4
Edmund Joensen 4
Jørgen Niclasen4
Bill Justinussen5
Finnur Helmsdal5
Gerhard Lognberg 5
Kári P. Højgaard5
Poul Michelsen7
Sverre Midjord7
Lisbeth L. Petersen8
Høgni Hoydal9
Johan Dahl12