- Eg taki avgerðina hjá nevndini til eftirtektar, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum bleiv kunnaður um stjóraskiftið, beint áðrenn tíðindaskrivið varð sent út í gjárkvøldið.
Tað var avgerðin hjá Johan Dahl at seta Niels Mortensen til nevndarformann í Atlantsflog á aðalfundinum 8. mars.
Sum landsstýrismaður í vinnumálum umboðar Johan Dahl tveir triðingar av eigaraskaranum í føroyska flogfelagnum. Hann eigur tí síðsta orðið, tá nevndin skal mannast.
Johan Dahl váttar, av endamálið við at seta Niels Mortensen til nevndarformann í Atlantsflog á aðalfundinum seinast var at fyrireika eina nýggja strategi fyri felagið.
Í gjárkvøldið tók nevndarformaðurin so eitt stórt stig í somáta, tá Magni Arge varð skiftur út við danan Jørgen Holme, sum beinanvegin setir seg í stjórastólin.
Sambært Johan Dahl fekk hann boðini, beint áðrenn tíðindaskrivið varð sent út, seint í gjárkvøldið.
- Ja, eg fekk eina stutta kunning í telefonini beint áðrenn, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin sigur seg tó einki hava fingið at vita, annað enn tað, ið almenningurin fekk at vita lítla løtu seinni. Men boðini komu, sambært landsstýrismanninum sjálvum, eitt sindur óvart á:
- Ja, tað kom eitt sindur óvart á meg, at tað hendi júst nú, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur seg tó stuðla nevndini í síni avgerð.
- Eg gangi út frá, at nevndin í Atlantsflog hevur gjørt sær nakrar tankar um ta strategi, sum man nú vil leggja fyri felagið saman við nýggja stjóranum. Eg havi valt nevndina, og sjálvandi stuðli eg nevndini í hennara avgerð, sigur Johan Dahl.
Hóast hann við tveimum triðingum av partabrøvunum er nógv tann størsti partaeigarin í felagnum, hevur Johan Dahl ikki fingið útgreinanð, hvat liggur í nýggju strategiini.
- Nei, tað havi eg ikki. Men eg gangi út frá, at leiðslan hevur eina góða kunning um hetta til partaeigararnar á næsta aðalfundi, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur seg einki kenna til nýggja stjóran í felagnum, 52 ára gamla Jørgen Holme.
Men sum nevnt, so var tað avgerðin hjá Johan Dahl at seta Niels Mortensen sum nevndarformann á aðalfundinum seinast:
- Eg valdi Niels Mortensen, tí eg meti hann vera rætta persónin at føra felagið víðari. Tá bleiv tosað um framtíðina og um eina nýggja strategi fyri felagið. Tí sjálvandi vil eg sum høvuðspartaeigari hava, at felagið mennist, sigur Johan Dahl.
Hann vísir aftur, at stjóraskiftið var partur tosinum millum seg og Niels Mortensen um nýggja strategi.
Tað er greitt, at nevndin í Atlantsflog hevur gjørt eina fráfaringaravtalu við Magna Arge, nú fyrrverandi stjóra. Nevndin ynskir ikki at upplýsa innihaldið í hesi avtalu.
Johan Dahl sigur seg einki hava fingið at vita um innihaldið í fráfaringaravtaluni. Og hann sigur seg heldur ikki hava fingið upplýst, hvat stjóraskiftið kostar Atlantsflog fíggjarliga.
- Eg fái ikki annað at vita enn aðrir partaeigarar, sigur Johan Dahl.
Les eisini:
Lasse Klein: Nevndin má forklára seg
Nevndarformaðurin: Atlantsflog tørvar nýggja strategi
Magni Arge fortíð í Atlantsflog