Nú verður av álvara talt niður til finaluna í HM kappingini í hondbólti fyri menn. Klokkan 16.30 verður fyrsta bríksl í Kairo, og fyrr í dag varð tað kunnugt fyri øllum, hvørjir danski venjarin Nikolaj Jacobsen hevur gjørt av skulu vera í 16 manna hópinum og harvið eisini, hvørjir teir fýra er, sum skulu sita millum fáu áskoðararnar.
Liðið er neyvt soleiðis mannað, sum tað var fríggjakvøldið, tá ið Danmark við 35-33 sigri ímóti Spania tryggjaði sær pláss í finaluni ímóti Svøríki.
Tað vil siga, at Johan Hansen aftur í dag verður millum áskoðararnar.
Danmark og Svøríki hava ongantíð áður dystast í stóru finalunum, sum eru tær í OL, HM og EM.
Danmark hevur einaferð spælt finalu í Svøríki. Tað var í 1967, tá ið Danmark í Stokholm tapti 14 – 11 ímóti Tjekkoslovakia.