Johan er ovurfegin

Eingin endalig avgerð er tikin um Fámará

Johan Dalsgaard skal ikki flyta úr Fámará ein av næstu døgunum.

 

Úrskurðurin um kravið frá Búnaðarstovuni, um at Johan Dalsgaard og húskið skulu flyta út í dag, bleiv kunngjørdur í Fútarættinum á middegi í dag.

 

Johan Dalsgaard skal í løtuni ikki flyta úr Fámará, tí fyrst skal Fiskimálaráðið taka støðu til kæruna, um at Jens Heri Jacobsen úr Sumba fær festið í Fámará.

 

Hóast eingin endalig avgerð er tikin um Fámará, er Johan Dalsgaard ovurfegin um úrskurðin í Fútarættinum fyrr í dag.

 

- Nú eri eg ordiliga glaður. Tað hevði verið ringt at farið víðari við kæruni, um vit skuldu flutt, so nú kunnu vit vera heima og kempa víðari, sigur Johan Dalsgaard.

 

- Vit hava kært avgerðina hjá Búnaðarstovuni, og okkara sakførari, Torkild Høyer, heldur, at vit hava eina ordiliga góða sak.

 

Hoyr alla samrøðuna við Johan Dalsgaard við at trýsta á pílin undir myndini.