Ein kendur abbasonur Wenningsted var Johan Hendrik Poulsen, vanliga kallaður Dikkurim
Zacharias Sørensen skrivaði í Tingakrossur 31.1. 1969 m.a.:
30. januar vóru 100 ár síðan Johan Hendrik Poulsen var borin í heim í Skopun. Abbi hansara við sama navni var fyrsti maður, ið setti búgv í Skopun.
J. H. Poulsen var næmingur á donskum háskúlum fýra vetrar uppí slag, og um sumrini arbeiddi hann sum handverkari. Hann var merktur av danskari háskúlamentan eins og nógvir av okkara undangongumonnum í føroyskari háskúlamenning.
Heimafturkomin til Skopunar giftist hann í 1896 Súsonnu Katrinu Winther, dóttir sýslumannin Niels Winther. Hon hevði læraraprógv frá læraraskúlanum í Tórshavn og var lærarinna í Skopun. Tá ið konuni barst frá, hjálpti hann henni í skúlanum, og seinni varð hann lærari burturav.
Longu í 1897 verður J.H. Poulsen, bert 28 ára gamal, valdur inn á ting, og var sitandi í fyrsta umfari til 1907. J.H Poulsen var allar sínar dagar ein ógvuliga frísinnaður maður, og tað var einki at ivast í hjá honum við floksbýtinum í 1906, at hann gjørdist limur í sjálvstýrisflokkinum.
Í 1907 fór J.H. Poulsen úr tinginum, men kom aftur á ting í 1917 og sat hesa ferð til 1932.
Tá fór hann úr almennum politikki, men hann var allar dagar tann sami góði sjálvstýrismaðurin, dámdi væl at tosa um politikk og hugnaligt var at koma á tal við hann bæði um tjóðskaparlig, politisk, mentunarlig og vinnulig framstig í hansara tíð, og tað gleddi hann sum gamlan mann at síggja tey framstig, ið gjørd vóru. J. H. Poulsen var ein høgt mentaður maður, hevði lisið nógv og kundi tí tala við um allar spurningar, sum vóru frammi í tíðini. Hann var í orðsins sanna týdningi ein álitismaður og orðhildin, ein av teimum, sum ikki svik var í. Hann var ein góður føroyingur, og hann var skopuningum ein góður maður. Hann andaðist 30. august 1954, 85 ára gamal.