Jóhan móti Eliasi beinleiðis á TV3 Max

Seinnapartin verður Nordderby í týsku bundesliguni

Seinnapartin klokkan 17 tekur liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt móti liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel í Flens Arena høllini í Flensburg.

"Nordderby" nevna týskarar prestisjufulla dystin millum báðar teir týsku hondbóltsrisarnar.

Flensburg er á einum fimta plássi í bundesliguni við 31 stigum. Kiel er á einum fjórða plássi við 34 stigum.

TV3 Max, ið sæst á Televarpinum vísir dystin. Sendingin byrjar klokkan 16.55.