Fótbóltsspælararnir á Toftum fáa ikki frí 2. páskadag. Tað hava teir neyvan nakað ímóti. Tí mánadagin 21. apríl fara teir at spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið.
Tað eigur at vera munur á, tá ið lið í bestu og næstbestu deildini hittast, og soleiðis var tað í kvøld, tá ið ÍF, sum er í næstbestu deildini, vitjaði á Svangaskarði.
B68 er í fremstu deildini, og toftamenn vunnu 4-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.
Stóri maðurin hjá B68 í kvøld var Jóhan Josephsen, sum skoraði hattrikk. Í fyrra hálvleiki skoraði hann beinanvegin, tá ið hann eftir sending frá Bárði Ó. Jensen eitt sindur í vinstru setti bóltin inn við nærra stólpa.
Seks minuttir eftir steðgin var Jóhan Josephsen aftur upp á spæl, tá ið hann eftir sending frá Emanuel Kulego við høvdinum økti um munin til 2-0. Tíggju minuttir undan leikloki skoraði Emanuel Kulego fyri fyrstu ferð fyri B68, tá ið hann av brotsteigarmarkinum sendi bóltin flatt í netið.
Seks minuttir undan leikloki skoraði Jóhan Josephsen fyri triðju ferð og gjørdi harvið hattrikk. Marjus Nón átti innleggið úr høgru, og við nærra stólpa stýrdi Jóhan bóltin í málið.
ÍF hevði eina roynd ímóti heimamálinum, uttan at tað var vandamikið.
ÍF, sum er á sætta plássi í 1. deild, fer sunnudagin at spæla á útivølli ímóti B71, sum er á triðja plássi.
B68 fer sunnudagin norður til Eiðis. EB/Streymur hevur fýra stig, og B68 hevur trý stig.