Odensebólkurin hjá føroyska Johan Petersen, the Joules, sum í fjør var á Føroyarundferð við navninum Fuzzphase, spælir í Starfighters-finaluni á Skanderborg Festival mikudagin Teir komu beinleiðis í finaluna, tá teir sendu sjónbandalagið Everything´s OK inn til MTV.
Johan Petersen og Joules eru komnir í Starfighters finaluna. Bólkurin hevur fingið nógv góð orð við á vegnum. Undir navninum Fuzzphase góvu teir út EP´ina Everything´s OK. Gaffa og Garageband skrivaðu lovandi orð um útgávuna. Kendi Tim Christensen kallaði bólkin eina power-trio í altjóðaflokki. Sí eisini heimasíðuna www.myspace.com/thejoulescom