Jóhan skeyt trý mál

Føroyingurin var við, tá ið Bjerringbro-Silkeborg í gjár vann stórt ímóti HC Midtjylland.

Bjerringbro-Silkeborg við Jóhan á Plógv Hansen á liðnum hevði í gjár vitjan av HC Midtjylland, sum er í botninum og stríðist við at sleppa undan at spæla play-off um bjarging í Boxer Herreligaen.


Bjerringbro-Silkeborg vann dystin trygt 30-21 eftir at hava verið á odda 14-10 í hálvleikssteðginum. Jóhan á Plógv Hansen skeyt trý mál.


Dennis Kirkegaard, sum í løtuni spennir bein fyri at Jóhan kann fáa fulla leiktíð á høgra vongi, var saman við Mads Christiansen toppskjútti við sjey málum.


Heppið fyri Jóhan á Plógv Hansen, um ein kann siga tað so, so skiftir Dennis Kirkegaard næsta kappingarár til júst HC Midtjylland.


Bjerringbro-Silkeborg hevur ein dyst eftir av grundspælinum, og tað er longu nú greitt, at teir skulu spæla við í endaspælinum.


Áðrenn dystin ímóti Aalborg Håndbold um eina viku, skal Bjerringbro-Silkeborg leygardagin spæla EHF Cup-dyst á útivølli ímóti franska St. Raphael.