Turið Kjølbro
? Gekkarnir áttu at farið nú. Roknað verður við, at Gekkurin fer 8. hvørja ferð í miðal og tað passar heilt væl, sigur Jens Alberg Simonsen.
Vinningurin fríggjakvøldið var ikki tann størsti sum hevur verið, men hinvegin skrivaði Johan Lisberg søgu, tí ongantíð áður hevur ein spælari rakað so beint á, fyrst Krússapottin, so tann reyða og so tann bláa Gekkin.
? Vit vóru fleiri sum øtaðust, men sum heild hava spælararnir gjørt av við seg sjálvar, áðrenn tey koma í Gekkastovuna, hvussu ofta teir vilja snara. Men vit sóu at Johan hugsaði seg væl um, áðrenn hann snaraði víðari triðju ferð, tí tað var jú als ikki sannlíkt, at hann skuldi raka á seymin triðju ferð, sigur Jens Alberg Simonsen.
Í alt hevur Gekkurin verið á skíggjanum 73 ferðir. Av teimum níggju Gekkunum, sum eru farnir, hava tveir verið undir 100.000 kr. og nógvir hava verið heilt stórir. 14. nov. í fjør varð tann størsti lutaður burtur og tað var 350.000 kr., sum fóru til Hvannasunds. Krússapottarnir eru farnir eitt sindur oftari, 11 gestir í Gekkastovuni hava vunnið pottin og virðið á honum hevur ligið millum 15.000 og 35.000 kr.
Í løtuni eru um 10-11.000 hefti í spælinum hvørja ferð og um 30-35 fara hvørja ferð á posthúsið eftir teim 300 kr., sum tey fáa fyri plátuna, hava tey vunnið og eru ikki sloppin ígjøgnum. Nú báðir teir stóru Gekkavinningarnir eru farnir, kunnu vit vænta, at ein tíð gongur, áðrenn tann næsti fer, men ávikavist 20.000 og 40.000 kr. eru heldur ikki at forfjóna.