Johanna Jacobsen í Havn fyllir 100 ár í dag

Í dag fyllir Johanna Jacobsen í Havn 100 ár

 

Hon er ættað av Sandi og fór sum 17 ára gomul suður til Ørðavíkar at passa systrina, sum var vorðin sjúk.

 

Har suðuri møtti hon manninum Dánjal Johann Olsen og tey búsettust á Tvøroyri.

 

Seks børn vóru í hjúnarlagnum, Jens Åge, sáli, Elisabeth, Martin, Ennibjørg, Evita og Stanley.

 

Ommubørnini eru 23 í tali og fleiri eru langommubørnini og oldurommubørnini.

 

Tey, sum hava hug at heilsa upp á Johonnu á 100 ára degnum eru vælkomin millum 14 og 19 í heiminum á Suðuroyarvegi 13 í Havn.

 

TRÝST HER fyri at lesa føðingardagsheilsan til Johonnu í Sosialinum í dag, sum Jóannes Dalsgaard hevur skrivað