Johannes Mortensen 90 ár

Mikudagin 16. mars verður Johannes Mortensen, trúðboðari, á Argjum 90 ár.

Pápi er sonur Rachel og Mortan Mortensen á Geil á Argjum. Rachel var úr Leynum. Mortan var langabbasonur Mortan Mortansson av Hólalagnum í Hvalba, sum keypti Argir í 1828 og saman við konu síni Elspu av Kjalnesi í Kollafirði bygdi sítt heim í húsunum, sum høvdu verið spitalskahospital. Húsini lógu beint niðanfyri minnisvarðan, sum er settur eftir tey.

Mortan og Rachel fingu 12 børn: Palli, sum var giftur Bette úr Vestmanna og búsettist í Vági, har hann varð nevndur Argjapalli, Bette, sum giftist Johan Kjærbo í Sumba, Niels Holm, sum giftist Ellu úr Funningi, Martin, sum giftist Daniellu úr Hvalba, búsettist í Havn og vanliga varð nevndur Gassmartin, Richard, sum giftist Innu úr Miðvági, Johannes, Maja sum giftist Valbjørn Dalsgarð av Velbaðstað, Ole Jacob sum giftist og búsettist í Svendborg, Pole sum druknaði í Augustenborg á Als longu í 1944, Frits sum giftist og búsettist í Miðjyllandi, Sverri, sum giftist Tominu av Válinum í Vestmanna og Dus, sum giftist og búsettist í Keypmannahavn.

Sum flestu dreingir tá fór Johannes til skips, men bert ein túr: Við Reykjanes, sum silgdi á eitt sker í Grønlandi og varð vrak. Síðani fór hann til Íslands, har hann arbeiddi á bóndagarði í 2 1/2 ár. Kom heimaftur og fór í smiðjulæru hjá Palla í Vági. Í 1937 fór hann til Danmarkar fyri at sleppa út at sigla. Men vegna tað at hann hevði verið í samband við smittuna í Íslandi slapp hann ikki avstað. Ringt var at fáa arbeiði tá, men at enda eydnaðist at fáa pláss hjá smiðjumeistara í Højen norðanfyri Svendborg, og har varð lívsleið hansara løgd: Hesin smiðjur var missónsmaður og í bygdini var dugnaligur prestur, sum tók sær av teimum ungu: Hevði bíbliutímar saman við teimum heima hjá sær sjálvum og dugdi sera vær at fara við teimum.

Pápi ynskti nú at fáa eitt arbeiði, sum var innan tað kristna virki, og ráddi presturin honum til at fara á diakonskúla í Århus. Hann kom hagani út í praktikk, eina tíð á Hald uttan fyri Viborg, har hann møtti Elmu, sum hann giftist í 1943. Tá var hann liðugur sum Diakonur og hevði fingið arbeiði sum trúboðari innan KFUM og K og Indre Missón í Tønder í Suðurjyllandi. Hagani foru tey til Jelling, har tey vóru, til tey í 1949 fluttu til Havnar, har pápi var biðin um at vera KFUM skrivari. Hann var við til at byggja KFUM, sum varð vígt í 1952. Við í arbeiðinum sum KFUM skrivari var eisini umsitanin av Kristiligt Ungmannablað.

Á KFUM var pápi til 1960, tá tey fluttu til Fuglafirðar sum trúboðarapar. Í 71 gekk leiðin til Vestmannar,og varð pápi pensioneraður sum 70 ára gamal. Hann hevur tó verið virkin í missiónsarbeiðinum øll ár, er tað enn, um tað nú sjáldan er á talarastólinum - aldurin sigur, at kreftirnar ikki eru so nógvar.

Mong minnast pápa frá arbeiðinum við sunnudagsskúlalegunum á Kambsdali, har hann og mamma høvdu ábyrgdina í 18 ár, til mamma varð 70. Eisini hevur hann verið sera virkin við Heimamissiónsforlagnum, Trúboðanum og annars øllum tí arbeiði, sum liggur í trúboðaratænastuni.

Mamma og pápi fingu 7 børn: Gertrud, sum er gift og búsitandi í Snejbjerg í Miðjyllandi. Ragnhild, giftist til Hollands, Hjørdis sum bert gjørdist 2 ár, Karin, sum býr í Norra, Gudmund, giftur og býr í Herning, Sólbjørg, gift og býr á Argjum, Jens Mortan, giftur og býr í Nesi í Hvalba. Tey eiga 13 ommu- og abbabørn og 2 langommu- og langabbabørn.

Mamma doyði fyri 4 árum síðani, 87 ára gomul.

90 ára dagurin verður hildin á KFUK leygardagin 19.mars kl. 6 á kvøldi.