Í røðini Hendur ið Sleptu hava vit havt frásøgn Johannes Nicolaisen (1857-1933) og konu hansara Maren Malena f. Michelsen (1857-1951).
Munnliga keldan til hesa frásøgn var langabbasonurin Johan Nielsen, kendur fótbóltsvenjari.
Men Johan kann eisini greiða frá sera dramatiskum lagnum í síni ætt. Hetta snýr seg um um abbabeiggjan Johannes og mammubeiggjan Arna Petur.
Johannes Nicolaisen vildi doyggja á sjónum
Johannes Nicolaisen (1894-1946), nevndur Hannis, var sonur Johannes Nicolaisen, nevndur Jóannes í Pætursastovu í Havn, sum var skipari og seinni havnameistari frá 1907 til 1929. Mamman var Marin Malena fødd Michelsen úr Ólavsstovu í Øravík. Áðrenn tey giftust, tænti hon hjá Mortensen á Tvøroyri og hjá Restorff á Áarvegnum í Havn
Tá í tíðini var ikki vanligt at uppkalla fólk, sum vóru á lívi, men Lena helt mannin vera deyðan. Hetta var um heystið, og skipini vóru langt síðani komin aftur. Men hann kom aftur, og tá var hann uppkallaður, sum um hann var deyður.
Eins og pápin gjørdist Hannis sjómaður. Fyrst var hann við føroyskum sluppum, síðani við eini danskari skonnart og so við einum donskum havrannsóknarskipi yviri í Karibia havinum. Á hesi ferðini var hann saman við vinmanninum Erik Mohr, sum eisini búði á Landavegnum. Erik gjørdist seinni vældámdur skipari á Tjaldrinum hjá Skipafelagnum Føroyar.
Rannsóknarferðin fekk ein bráðan enda, tá skipið fór á land á Kuba í 1914. Hannis vendir heimaftur, men útferðarhugurin var ikki sløknaður, og í 1918 ella 1920 flytir hann til USA.
Gerst
amerikanari
Hannis búsetist í New York og verður í 1922 ríkisborgari í USA. Frá 1920 til 1942 er hann við skipum hjá United Fruit Company í sigling millum Miðamerika og New Orleans. Hann byrjar sum kvartermeistari og arbeiðir seg upp, tí tá bar til at læra umborð. Í 1926 er hann skipari.
Einaferð Hannis lá við malaria á sjúkahúsi í New Orleans, hitti hann Vashti Williams úr Texas. Tey giftust í 1925, men fingu ikki børn. Hon var einkja og átti sonin Homer.
Í 1926 vitjaði Hannis aftur í Føroyum, og í desember 1931 komu hann og konan í gullbrúdleyp hjá foreldrum hansara. Tá skrivar Dimmalætting, at Hannis er varaoffiserur í »Merchant Navy«.
Tá USA fer upp í seinna heimsbardaga, er Hannis skipari á S.S. Toltec í sigling millum Panama og Los Angeles.
War Shipping Administration tekur nú skipið til krígssigling.
Við Toltec ger hann fyrst í 1942 nakrar ferðir til Bermuda, men síðani verður tað til konvoysigling um Atlantshavið í 1942-1945.
Hetta var vandasigling við lít, tí Týskland royndi av øllum alvi at steðga flutninginum av hermonnum og útgerð til kríggið í Europa og Norðurafrika.
Kavbátar, krígsskip og flogfør søktu so nógv skip, at tað upp á seg doyðu fleiri menn í konvoysigling enn á hermótinum á landi. Kortini varð teirra avrik lítið virt fyrr enn seinni.
Fyri hvønn hermann, sum USA sendi til Europa, var neyðugt, at skipini fluttu 7 tons av útgerð. Í 1943 var um reppið, at Týskland vann bardagan um Atlantshavið og kanska seinna heimsbardaga, men skipini hildu fram at sigla.
Um heystið 1944 mynstraði Hannis við tí nýggja skipinum »Oneida Victory«, sum flutti farm og hermenn. Men á várið 1945 varð hann lagdur inn á sjúkahús í Liverpool av einum hjartatilburði. Kortini fór hann umborð aftur og flutti hermenn heimaftur til USA.
Í hesi sigling vitjaði Hannis Ísland, Ongland, Tunis, Italia, Suðurfrakland og Norðurfrakland og kanska eisini Týskland og Holland.
Vildi heldur doyggja
á sjónum enn við hús
Tá Japan gav seg yvir á heysti 1945, heitti stjórnin í USA á sjómenn at koma og hjálpa til at flyta hermenn heimaftur. Hannis bjóðaði seg til aftur. Konuni, sum var sjúkrasystir, lurtaði hann ikki eftir, so hon royndi at fáa teirra lækna at nokta honum at fara, men til fánýtis. Læknin segði Hannis vera so illa farnan, at hon kundi velja, um hann skuldi doyggja heima við hús ella til sjós. Hon læt hann fara.
Hannis mynstraði um heystið 1945 í Seattle sum skipari á “Flying Scud” og var aftur í San Francisco eina ferð, men á tí næstu ferðini doyði hann tann 23. apríl 1946 og varð jarðaður á oynni Guam, sum hevði verið hersett av Japan undir krígnum. Men í 1949 varð hann gravsettur aftur, hesaferð í hernaðarkirkjugarðinum Honululu National Memorial Cemetry á Hawaii.
Í Seattle er hann avmyndaður við 5 medaljum, sum hann fekk fyri sína krígssigling.
Einkjan Vashti hevði brævasamband við bróðurdóttir Hannis, til hon doyði í 1963.
_________________________
Arne Petur Nicolaisen lumpaður í Fremmedlegiónina
Arne Nicolaisen (1918-1942) var sonur Hans Petur Nicolaisen (Petur í Pætursastovu í Havn) og Johannu Petrinu, fødd Petersen, úr Hoygarðshúsi í Oyndafirði
Arne gekk í Tórshavnar kommunuskúla og Færøernes Mellem- og Realskole, men gavst har aftaná at hava tikið millumskúlaprógvið í 1934. Í skúlanum treivst hann ikki, og pápi hansara helt tað fara at gagna honum at fara við skúlaskipi. Arne fór nú við skúlaskipinum Georg Stage, og tað gekk so væl, at hann vist fór ein túr aftrat. Síðani var hann við skúlaskipinum Danmark. Aðrir føroyingar, sum vóru við samstundis, vóru Ebbe Müller, Hanus Jensen úr Skúvoy og Óli Lisberg úr Fámjin. Ebbe og Hanus komu heim aftur, meðan Óli búsettist í Vancouver í Canada.
Á teirri ferðini kom hann í 1936 til New Orleans í USA, har hann helt jól hjá pápabeiggja sínum, umrødda Johannes Nicolaisen.
Heimafturkomin mynstraði Arne við eini skonnartini Gerdu frá Svendborg, og av henni fór hann umborð á ein trolara úr Cuxhafen í Týsklandi.
Tá Danmark varð hersett í 1940 var Arne við S.S. Anna hjá reiðarínum J. Lauritsen. Hon varð tikin av bretum og sett í sigling millum enskar havnir. Tá skrivaði hann til foreldrini, at nú kom hann skjótt heim, men so varð ikki.
Frakland chartraði skipið tíðliga í mai 1940, men í Rouen fór manningin í verkfall, tí Frakland rindaði minni í hýru enn tað, sum stóð í sáttmálanum, teir gjørdu í Onglandi. Aftaná at fransmenn høvdu tikið passini frá manningini, bað Arne um loyvi at sleppa heim til Føroyar.
Tað varð játtað. Hann fekk boð um at pakka, og at hann kundi fara eftir sjófartsbókini, passinum og øðrum inni á tollstovuni.
Hann fór so í land, men har stóðu politistar fyri honum beinanvegin, hann setti fótin á kaiuna, og teir kravdu at síggja pappírini. Hann segði sum var, at hann skuldi eftir teimum á tollstovunu, men teir lurtaðu ikki eftir honum
Men hann varð handtikin og settur í fangahús uttan avhoyring fyri at vera komin til Fraklands uttan pass. Arne bað um, at fáa boð til danska konsulatið, men einki hjálpti.
Løgreglan legði fyri hann eitt skjal á fronskum máli at skriva undir fyri at sleppa leysur. Arne noktaði í 11 dagar at skriva undir, tí hann skilti ikki franskt. Hann varð tí sitandi í fangahúsinum – men nú uttan at fáa mat - til svongdin gjørdist ov stór, og so skrivaði hann undir.
Nú vísti seg, at Arne hevði skrivað undir uppá at vera hermaður í Fremmanda Legiónini. Har varð hann lærdur at handfara eina maskinbyrsu saman við einum russara. Teir vórðu so sendir í kríggj móti Týsklandi. Arne fortaldi, at teir ta einu ferðina lógu væl fyri og raktu fleiri týskarar.
Men fransmenn máttu hopaðu undan at enda, og Arne varð tikin fangi og fluttur frá legu til legu, altíð til gongu. Livikorini har vóru sera vánalig og maturin lítil og eingin. Onkuntíð stoytti ein bilur eina last av rótum á jørðina í leguni, so máttu fangarnir berjast um tær. Tað var einasti matur teir fingu.
Tá Frakland gav seg yvir tann 22. juni 1940, varð tann franski herurin avvápnaður og sendur til hús. Teir »sjálvbodnu« hermenninir vórðu savnaðir í interneringsleguni Septfonds nærhendis Montauban í Vichy-Fraklandi.
Henda legan læt upp í 1939 at hýsa fólki, sum rýmdu úr Spania, tá Franco kom til valdið. Síðani komu jødar, sum flýggjaðu undan nazismuni, og at enda hermenninir.
Hetta var ein arbeiðslega. Arne sló grót til skerv og legði jarnbreytir. Hetta var eitt strævið arbeiði fyri menn, sum búðu illa og fingu vánaligan mat.
Tá Arne hevði verið eina tíð í fangaleguni, komu boð um, at fangarnir skuldu sendast til eysturhermótið. Men Arne sýtti. Hann dugdi nú so mikið av týskum, at hann kundi greiða frá, hvat honum hevði verið fyri.
Arne var horvin
Heima í Føroyum vistu foreldrini ikki, hvar Arne var. Pápin skrivaði honum brøv og sendi tey til ein skipsmeklara í Glasgow, sum royndi at finna hann. Í mars 1941 komu brøvini aftur til Føroyar við boðunum, at einki var at frætta frá Arna og S.S. Anna, síðani skipið fór til Fraklands.
Pápabeiggi Arna, Johannes, sum nú búði í USA, fekk myndugleikarnar har at leita eftir honum, men uttan úrslit.
Eina ferð kom hansara navn í bland við ein annan Arna, meðan leitað varð eftir honum. Hetta var Arne Sofus Petersen, ættaður úr Oyndarfirði, sum sigldi kring knøttin við donskum skipi. Hann var tá trúlovaður við Martinu Tausen av Eiði.
Tá kundi Martina vátta, at hetta var hvør sín Arne, men teir vóru systkinabørn.
Tríggjar pápasystrar og tveir pápabeiggjar Arna búðu í Danmark. Teimum eydnaðist at finna hann, og at fáa týskarar at sleppa honum leysum.
Í november 1941 kom Arne til Keypmannahavnar, men tá var hann so illa farin av tuberklasjúku, at honum beyð ikki bøtur. Hann varð lagdur inn á Øresundhospitalet í januar 1942, og har doyði Arne Nicolaisen tann 13. august 1942.
Illa fyrikomin í Keypmannahavn
Niels J. Arge skrivar, at Øssur Esturoy, sum eisini sigldi undir krígnum, legðist uppá land og fór á fjarritaraskúla í Keypmannahavn. Ein morgun hann gekk á Kongens Nytorv, hvakk hann við, tí hann bar kenslu á ein mann, sum sat á einum bonki.
»Er tað ikki Arne?« spurdi hann.
Jú hetta var Arne á Landavegnum, men hann var í útlendskum hermannabúna, so hann var ikki lættur at kenna.
Øssur sá, at hann var illa fyrikomin, so teir fóru oman á ta væl kendu kaffi- og matstovuna hjá Jensen í Toldbodgøtu. Meðan teir ótu greiddi Arne frá tí, sum honum var viðurfarist. Hann var beint tá komin til Danmarkar við hermannatoki. Ferðin hevði verið drúgv og strævin.
Arne tók eitt pappír innast av kroppinum. Hann segði, at hetta var pappír uppá, at hann var útskrivaður úr tí fronsku fremmandalegiónini.
Hann hevði ongar pengar og ikki onnur klæði enn hermannabúnan hann var í.
Dagin fyri hevði hann verið á reiðarínum at fáa tað, sum hann átti tilgóðar. Men har var einki at gera, tí teir høvdu einki pappír frá skipinum. Frá sínum fakfelag kundi hann einki fáa fyrr enn eina viku seinni.
Øssur fortaldi tá Arna, at føroyingar kundu fáa lagalig lán frá forsætismálaráðnum. Tað vóru hesi lán, sum seinni, tá tey vórðu goldin aftur, blivu grundfæið hjá Dansk-Færøsk Kulturfond, sum kom at stuðla ymiskum mentunnarvirksemi í Føroyum.
Teir fóru so hagar, og væl bar til. Seinni frætti Øssur, at Arne var innlagdur á sjúkrahúsi, og har vitjaði hann Arna.
Kríggj í Havn
Øssur og Arni kendust væl frá tí, teir vóru smádreingir. Teir spældu ikki saman, men rættarádreingir »kríggjaðust« javnan móti landavegdreingjum.
»Teir høvdu eitt fangahol á Debesartrøð, sum varð gjørt av kassafjalum, og vit høvdu ein skansa á Rossatrøðni hjá Poul Müller. Jú hetta var tikið í álvara við krígsavbjóðing og tíð og stað, alt skrivað á donskum.
At verða tikin fangi og fáa buksuvatn var stór skomm, sum var ring at bera. Teir vunnu altíð, men teir vóru eisini meiri fjølmentir. Tað eru góð minnir, men tá kríggið varð veruleiki, kom tað at kosta Arna lívið«, segði Øssur frá.
Komandi partur
Komandi tveir partarnir verða um eina aðra serliga lagnu undir seinna heimsbardaga. Hetta er tann hjá Honnu og Petur W. Jacobsen av Eiði. Hann var fleiri ár í russiskum fangalegum.
Aftaná verður ein røð við søguna hjá ættini hjá Christian Djurhuus, fyrrverandi løgmanni. Vit hava eisini hitt son hansara Ejler.