Finnleif Durhuus, ættaður av Sandi, greiddi frá hesum tilburði, tá ið hann herfyri var gestur á Torginum í Rás 2. Vit hava hildið hesa bjarging vera so einastandandi, at John eigur ikki at verða gloymdur. Finnleif hevur latið okkum hesa frásøgnina, sum hóskandi kann vera eitt framhald av frásøgnini um Ernestinu. Hesir báðir tilburðir hendu ár um ár, og teir líkjast eisini rættuliga nógv.
Tá ið QueenVictoria strandaði í Meðallandsvíkini 17. mars 1931
Finnleif greiðir frá:
Henda frásøgn er skrivað eftir munnligari frásøgn frá pápanum, Ejvindi Winther Durhuus (1912-2001), sum 18 ára gamal var við “Queen Victoriu” á sínum fyrsta túri til skips. Hon fór á land í Meðallandsvíkini á Suðurlandinum tann 17. mars 1931 og gjørdist vrak. Hetta var fimm dagar aftaná, at teir vóru farnir av Vestmanna.
Jógvan Joensen Durhuus, nevndur Jógvan í Garðastovu, Vestmanna (1868-1930) keypti “Queen Victoriu” úr Onglandi 25. oktober 1900. Hon var bygd í Neuhof í Týsklandi í 1885 og merkt til 79,13 br. ton. Hon fekk ísettan ein 40 Hk. Tuxham motor veturin 1924/25. Jógvan í Garðastovu var elsti farbróður pápan. Hann førdi fleiri skip í yngri árum og fiskaði óføra væl.
Áðrenn pápin fór henda fyrsta túrin til skips, hevði hann fyri tað mesta arbeitt hjá John Olsen, reiðara og handilsmanni í Vestmanna.
Henda túrin við M/kt “Queen Victoriu” VN23 vóru 19 mans við. Skipari var Ábraham Jacobsen, Ábraham í Gørðum, Vestmanna. Hann hevði eisini ført “Queen Victoriu” árið fyri. Annars hevði hann ført “Doru” síðani 1924. Pápin og Ábraham kendust sera væl.
Tann 10. mars mynstraði Ábraham í Gørðum, eisini nevndur Ábraham hjá Ragnari, hesa manning við »Queen Victoriu«:
Michael Michelsen, 1. bestimaður, Mykinesi, Tummas Zachariassen, 2. bestimaður, úr Streymnesi, Jógvan Winther Durhuus, 1. motorpassari, Gunnar Haldansen, 2. motorpassari, Jógvan Johannesen, Jóhannes Jacobsen, John Johannesen, Kjartan Jacobsen og Ejvind Winther Durhuus, allir úr Vestmanna, Sofus Hansen, kokkur og Martin Eliasen, báðir av Slættanesi, Herlon Jacobsen úr Sandavági, Viggo Zachariassen úr Streymnesi, Petur Johannesen, Andrias Johannesen, Hjalmar Johannesen og Sámal Jacobsen, allir úr Miðvági, og Jóan Dávid Joensen úr Sørvági. Pápin og Jógvan W.Durhuus vóru brøður.
Máttu upp í vantini heila nátt
Pápin greiddi soleiðis frá:
Vit fóru av Vestmanna Grækarismessudag í 1931 yvir á Suðurlandið. Ferðin yvir gekk væl, men eg var ringur av sjóverki. Komin í Meðallandsbuktina bleiv rættiligt ódnarveður av eystri við stormi og kavaroki. Vit løgdu bakk. Men uttan at vita av, at vit vóru komnir so nær landi, fingu vit tey fyrstu grunnbrotini út fyri Skaftarósa. Orsøkin til, at vit ikki vistu, hvar vit vóru staddir, var ólag á kumpassini (magnetiske forstyrrelser). Av tí, at ikki var hugsandi um at sleppa út frá landi aftur vegna so lítla motorkraft, varð avgjørt at halda “Queen Victoriu” undan, beint inneftir. Tað var helst okkara bjarging.
Bestimaðurin, Michael í Mykinesi, stóð til róðurs. Á veg inn ímóti landi var tað so óheppið, at vit rendu á eitt trolaravrak. Klokkan var tá um eitt á nátt 17. mars. Hol kom á skipið, ið fyltist eftir lítlari løtu. Allir mennirnir, ið vóru staddir niðri undir, máttu upp á dekki í tí, teir stóðu í. Teir, ið ikki sluppu inn í stýrihúsið, fóru fram í gron, meðan eg og tveir aðrir fóru upp í stórvantið at standa. Brotini løgdust yvir skipið, so at mennirnir máttu gøllhalda sær fyri ikki at verða skolaðir fyri borð. Náttarmyrkur var og tjúkt í kavaroki. Ongin av monnunum var í oljuklæðum. Teir flestu vóru illa ílætnir, hattleysir og vattleysir, onkur var skóleysur. Sjálvur var eg í buksum og einari tunnari troyggju, hattleysur og vattleysur. Soleiðis stóðu vit alla náttina í kava- og sjóroki. Hetta er ringasta nátt í mínum lívi. Í allari neyðini bóðu vit til Gud um, at Hann mátti bjarga okkum.
Tummas helt um lítlabeiggjan
Tummas Zachariassen úr Streymnesi, ið var 2. bestimaður, hevði 15 ára gamla beigga sín Viggo við. Hetta var eisini hansara fyrsti túrur. Tummas hevði nokk við at halda um beiggjan frammi í gron, tí hann var so bangin. Teir vórðu bjargaðir hesa ferð. Men so miskunnarleys var lagnan, at teir báðir fórust við “Lauru” í apríl í 1932, 13 mánaðar aftaná hesa hending, á veg heim av Suðurlandinum. Tá var Viggo 16 ár og Tummas 27 ára gamal. So syrgilig kann lagnan vera fyri nøkur av okkum.
Skiparin spurdi John á Bakkanum, sum var av bestu svimjarum, um hann helt seg til at svimja í land við einum enda. Tað meinti John, hann kundi, men hann helt onga nyttu vera í tí, soleiðis sum líkindini vóru. Hann bað skiparan bíða, til tað lýsti fyri degi.
Teir loystu so stóra bátin úr stólinum, fingu hann fram á bógvin og gjørdu hann kláran. Tá ið løgir vóru, settu teir bátin út. Hetta eydnaðist, og lupu seks mans niður í bátin við einari klænari línu. Men tað vildi so illani til, at eitt óløgi hvøldi bátin, áðrenn teir vóru leysir av skipinum. Sum eitt satt Guds undur komu allir á lívi umborð aftur. Teir bjargaðu sær upp á sprytið og svínaryggin. Bátin fingu teir inn aftur á dekkið.
Fingu samband við land
Í lýsingini gjørdu teir aftur eina roynd at seta bátin út. Tá fóru í bátin John á Bakkanum, Kjartan Jacobsen og Herlon Jacobsen. Við sær høvdu teir eina klæna línu, sum var bundin í eina tjúkkari. John hevði bundið tann klæna endan um herðarnar, um hann skuldi verðið noyddur at svimja í land við endanum. Á veg inn gjøgnum brotini var John uttanborða og svam samstundis, sum hann styðjaði bátin. Komnir inn á sandin, drógu teir línuna inn á land til sín.
Umborð var hendan línan gjørd føst í erva í stórmastrina, og ein bjargingarstólur varð riggaður til. Men tá ið tann fyrsti maðurin skuldi verða stjóraður í land, vísti tað seg, at teir ikki kundu brúka stólin. Maðurin var undir í sjógv alla tíðina. Hann slapp sær tí úr stólinum og lesti seg inn eftir línuni inn á land. Soleiðis bjargaðu teir sær allir inn á land, ein og ein í senn. Í byrjanini var tungt at halda við hjá teimum trimum, tí línan var ofta undir. John á Bakkanum stóð niðastur undir miðju í sjógvi og tók ímóti monnunum, so hvørt teir komu inn á land.
Tá ið pápin skuldi av skipinum og handa seg inn eftir línuni, misti hann takið, av tí at hendurnar vóru beinfrystar av at hava staðið uppi í vantinum alla náttina og gøllhildið sær. Tað sama var galdandi fyri hinar báðar, ið høvdu staðið í vantinum. (Hvørjir teir vóru, er ikki greitt). Tá gjørdi John tað bragd at svimja út gjøgnum brotini eftir honum og bjargaði honum inn á land. Tað sama gjørdi hann við hinar báðar, ið høvdu hingið í vantinum, og sum vóru í somu støðu sum pápin. Tann síðsti, ið fór av skipinum, var skiparin.
Tá ið tríggir tímar vóru gingnir, vóru allir 19 mennirnir bjargaðir sum eitt satt Guds undur. Tá var klokkan umleið 9 á morgni.
So at leita upp hús
Har stóðu allir vátir, kaldir og svangir. Fleiri vórðu ikki væl fyri aftaná eina langa, strævna og óhugnaliga nátt. Enn var nógv baks fyri framman. Teir fóru at leita upp hús, væl vitandi, at framvið strondini í Meðallandsbuktini vóru bjargingarhús ”neyðarskýli” fyri skipbrotnar sjómenn at koma sær inn í. Teir tóku avgerð um at lata bátin liggja eftir á sandinum. Teir drógu hann niðanfrá, so at hann stóð fríur av flóðini. Tá ið teir høvdu gingið einar tríggjar fjórðingar eftir sandstrondini, gjørdist lagið betur, tí tá sóu teir ein stóran bygning. Men sum teir nærkaðust húsinum, síggja teir, at ein djúpur breiður ósi er at fara um. Teir vóru tí noyddir at venda aftur eftir bátinum. Men fyri at vinna tíð og fáa skjótari boð frá sær, meðan hinir mennirnir fóru aftur eftir bátinum, gjørdi John á Bakkanum aftur tað bragd, at hann svam yvir um ósan, sum var 2-300 metur breiður, við Kjartani á bakinum.
Teir báðir gingu so yvir til húsið, sum var eitt handilshús (goymsluhús), sum Keypsfelagið hjá Skaftfellingum átti við Skaftarósa. Húsið var stongt, men teir løgdu til merkis, at eitt vindeyga á aðru hædd stóð uppá glopp. Við at Kjartan traðkaði uppá akslarnar á John, náddi hann at fáa latið vindeygað upp, so at teir sluppu inn. Í húsinum var kókiútgerð og matur sum sviskur, rosinur og sagogryn, ið teir gjørdu súpan av. Har var eisini telefon, so teir fingu givið boð frá sær til bóndan á Kirkjubæjaklaustri, sum kom á staðið. Kirkjubæjarklaustur er eitt bygdarlag, ið liggur einar 25 km niðan frá strondini.
Hinir 17 menninir, millum hesar pápin, sum vendu aftur eftir bátinum, fingu eitt gott stríð. Tá ið teir komu til bátin, var hann sokkin langt niður í sandin. Teir máttu tí grava hann leysan við berum hondum. Sjálvt um fitt av kava lá á sandinum, sóu teir nakað av rekatrøum, sum teir nýttu til lunnar at draga bátin eftir. Komnir til ósan, róðu teir tvørtur um. Teir máttu ansað væl eftir, tí tað var sera nógvur áarstreymur í ósanum. Teir skiltu ikki, at John hevði klára at svomið yvirum við einum manni á bakinum. Tá ið teir komu til húsið, var klokkan umleið 14. Tann heita súpanin kom væl við, og ernaðust teir nakað. Nakað seinri kom hreppstjórin og ein bóndi, sum eisini var altingsmaður, og onnur fólk við rossum og bilum at hjálpa. Hreppstjórin sendi boð eftir økislæknanum, tí hann var bangin fyri umfarsjúku, helst spanska sjúka, sum gekk í Føroyum.
Væl móttiknir
Læknin tók ta avgerð, at øll manningin vegna sóttverja skuldi setast í karantenu í tveimum húsum í tríggjar dagar. Annað húsið var hjá bóndanum í Kirkjubæjarklaustri, og hitt var heimið hjá bóndanum í Hólmi. Pápin kom í heimið hjá bóndanum í Kirkjubæjarklaustri. Teir vóru sera væl móttiknir, fingu heitt og gott at eta, heitt bað og turr klæðir. Klæðini, sum teir komu í, vaskaði og turkaði bóndakonan. Pápin segði, at tá ið hann kom úr baðikarinum, lá alt hárið í tottum í baðikarinum. Hetta kom helst av, at hárbotnurin hevði verið frystur av at standa hattleysur alla náttina í rigninginum. Eingin maður tyktist at hava fingið álvarsligt mein av hendingini, og komu teir hampuliga skjótt fyri seg.
Eftir fýra døgum fóru teir til Álftaver, har teir lógu nátt. Haðani hildu teir ferðina fram til Mýrdalsvíkar, har ætlanin var, at bátur skuldi flyta teir til Reykjavíkar. Men í Vík var so nógv brim, at eingin bátur fekk lagt at har. Teir máttu tí gista har í tveir dagar. Meðan teir bíðaðu, var skipað fyri fótbóltsdysti í Vík millum tað føroysku manningina og menn frá Vík. Íslendingar tóku sær sera væl av okkum, sigur pápin. Av tí, at veðrið ikki batnaði, var farið til Reykjavíkar við bili, har koyrandi va. Har eingin vegur var, ferðaðust teir á hestbaki og við sledu. Við tað at nógvur kavi var niðurkomin, var hetta ein drúgvur túrur, og máttu teir gista í tveimum støðum ávegis til Reykjavíkar. Teir blivu tí ov seinir til “Dronning Alexandrinu”, sum hevði bíðað eftir teimum. Teir sluppu ístaðin heim við “Botnia”, sum lá klár at sigla, tá ið teir komu til Reykjavíkar.
Teir komu heim í øllum góðum. Stutt eftir heimkomuna fekk øll manningin hvør sína bíbliu frá reiðaranum.
John fekk deyðamein
Nakað eftir hetta gjørdist John á Bakkanum sjúkur og var innlagdur á Hospitalið. Jógvan Arge sigur frá pápabeiggja sínum Meinhard, sum var systirsonur John, at hann gjørdist sera ringur, fekk nógvan fepur og gjørdist í ørviti.
Tá ið dr. Dahl hoyrdi um tað bragd, ið hesin maður hevði framt, at hann hevði bjargað trimum av sínum skipsfeløgum, m.a. pápanum, ja, kanska einari heilari skipsmanning, gjørdi hann alt hann kundi fyri at bjarga John. Men honum var ikki lív lagað. Hann hevði fingið so nógvan sand niður í lunguni hesa feigdarnátt, at tað var honum at deyðameini. Hann andaðist 11. juli 1933, bara 33 ára gamal.
Henda hending hevði stórt árin á pápan, tí hann føldi seg altíð standa í skuld til John á Bakkanum, sum læt lív, fyri at pápin varð bjargaður.
Tá ið pápin varð komin heim aftaná hesa dramatisku bjarging og henda álvarsama skelk, ivaðist hann í, um hann skuldi fara aftur til skips. Men pápi hansara, Poul í Garðastovu, segði við hann, at um hann ikki fór avstað aftur beinanvegin, fór hann als ikki aftur til skips. Hann tók tí avgerð um at fara. Eftir at hava verið heima einar fjúrtan dagar, fór hann við sluppini “William Stephenson” aftur til Íslands. Skipari var Sámal í Jákupsstovu, Vestmanna. Pápin og hann kendust sera væl.
Pápin sigur, at tá ið teir nærkaðust Meðallandsbuktini, kom ein slík neyð á hann, at hann hevði ringt við at sova. Men táið ein tíð var frágingin, fekk hann tað betur. Her endar frásøgnin hjá pápanum.
Íslendskar frágreiðingar
Í Íslandi eru eisini frágreiðingar í sambandi við hesa hending og verða tær endurgivnar her:
17. mars 1931
Týsdagin hin 17. mars 1931 um middagsleitið, boðaði Hávarður Jónsson, bóndi á Ovaru-Fljótum, hreppstjóranum í Leiðvalla kommunu í telefonini frá, at strandaðir útlendingar vóru komnir í land nær við handilsvøruhúsið, sum Keypfelagið hjá Skaftfellingum eiga við Skaftarósa. Teir vóru slopnir inn í húsið og haðani givið boð frá sær umvegis telefon. Hetta húsið stendur nær við kommunumarkið, og tí var ómøguligt at siga, hvørju megin markið teir vóru strandaðir. Um tað var í Leiðvalla kommunu ella ikki.
Hreppstjórin fór í skundi til nevnda Keypfelagshús saman við Hávarði Jónssyni, sum hann tók við sær.
Teir komu til húsið uml. kl. 13.30. Har var manningin av motorskipinum “Queen Victoriu” úr Føroyum. Teir vóru strandaðir umleið kl. 01.00 um náttina og sluppu í land millum kl. 8 og 9 um morgunin. Allir vóru, eftir umstøðunum, toluliga væl fyri, og saman við teimum var ein íslendingur, Jóhann Jónsson, arbeiðsmaður í Seglbúðini, sum var sendur hagar til at opna húsið fyri teimum strandaðu, sum vóru slopnir inn ígjøgnum eitt vindeyga.
Hreppstjórin var varin við at lata menn koma ov nær teirri strandaðu manningini vegna sóttverju til økislæknin var komin. Læknin kom stutt aftaná. Hann tosaði við skiparan um heilsumál og sóttverju orsakað av umfarssjúku, spanska sjúka, sum gekk í Føroyum, og hann tók rapport av teimum.
Læknin tók ta avgerð at seta manningina í karantenu í tveimum húsum í minsta lagi í tveir dagar. Til hetta valdi hann heimini Kirkjubæjarklaustur og Hólmi. Tað komu tríggir bilar haðani og fluttu manningina hagar. Áðrenn manningin fór úr handilshúsinum og eftir at hreppstjórin hevði boðað sýslumanninum í Skaftafellssýslu frá um skipsvrakið pr. telefon, tók hreppstjórin ta vanligu frágreiðingina av skiparanum, Abraham Jacobsen, sambært § 5 í núgaldandi strandalógini.
Skipið fór av Vestmanna 12. mars 1931. Eigari og útgerðarmaður (kona) var einkjan eftir Joen J. Durhuus. Manningin taldi 19 mans. Skiparin sigur, at teir strandaðu vegna kumpassforstýrilsi og ynsktu hjálp frá myndugleikunum at fáa manningina heim. Hreppstjórin sendi tveir menn á staðið, har skipið var strandað fyri at vita, hvussu vorðið var við skipinum. Skipið var tá umgyrt av sjógvi og ódn var í brimi. Skipið var komið nakað longri niðan. Tað var fult av sjógvi, tá ið manningin fór av skipinum. Skipið kundi annaðhvørt fara longur niðan á sandin ella reka til sjós. Vaktarmenn vóru settir. Teir vóru Guðmundur Bjarnasson og Bjarnfreður Jóh. Ingimundarson, báðir frá Ovaru-Steinsmýru umframt Páll Jónsson, bóndi úr Sunnaru-Steinsmýru.
Av tí, at tað var heilt ómøguligt vegna veður at bjarga nøkrum av skipinum, fóru mennirnir heim aftur.
Eyjólfur Eyjólfsson, kreppustjóri, Hávarður Jónsson, bóndi og altingsmaður, Abraham Jacobsen, skipari, Snorri Alldórsson, skrivari
Bjargað verður úr skipinum
18. mars 1931
Hreppstjórin og fleiri fara á staðið, har ”Queen Victoria” strandaði, og komu hagar uml. kl. 8.00 um morgunin. Veðrið var batnað og brimið minkandi. Skipið var komið longur niðan, enn tað var dagin fyri. Hreppstjórin valdi tveir menn at koma við sær at meta, um skipið skuldi kolldømast sambært strandalógunum. Teir komu til ta niðurstøðu, at sambært § 2 í somu lógum, skuldi skipið dømast sum vrak. Teir, sum valdir vóru til hetta, vóru Guðmundur Bjarnasson frá Ovaru-Steinsmýru og Hávarður Jónsson frá Ovaru-Fljótum. Á staðið komu eisini fimm av manningini, ein teirra var skiparin. Við teimum komu í tveimum bilum, Siggeir og Bergur Lárussynir frá Kirkjubæjarklaustri, Bjarni Runólfsson frá Hólmi og økislæknin.
Tá ið skipið var dømt vrak, varð byrjað at bjarga úr skipinum undir leiðslu av hreppstjóranum. Bjargað varð tað mesta av tí leysa, sum fekst fatur í. Tað mesta av tí vóru klæðir hjá manningini, segl, tog, snøri, onglar og søkk (lodd). Bjargað varð eisini lyktir, byrsur, ymisk borð- og køksamboð, gluggar úr stýrihúsinum, 7 tunnur av olju og nakað av provianti o.a.. Av tí, at skipið var fult av sjógvi, og meginparturin av proviantinum var oyðilagdur, helt hreppstjórin tí uppboð av tí, sum hevði nakað virði.
Bjargingin var liðug kl.14.00. Hon vardi frá kl. 8.30 um morgunin. 17 mans hjálptu til við bjargingini. Tá ið hann var komin heim, boðaði hreppstjórin løgreglustjóranum frá pr.telefon, hvat gjørt var um dagin. Løgreglustjórin avgjørdi, at hreppstjórin skuldi fara á strandstaðið dagin eftir, fyri at kunna geva frágreiðing um, hvussu vorðið var við skipinum tá og um, hvørjar framtíðarvánir vóru.
19. mars 1931
Næsta morgun var hreppstjórin á veg til staðið, har skipið strandaði, men tá ið hann kom til garðin á Sunnari-Fljótum, komu eini snarboð frá Ovaru-Fljótum við boðum um, at eitt annað skip, enskur trolari, “Lord Beaconsfield” frá Grimsby, var strandað við Skarðsfjara, sum hoyrdi til kommununa, men liggur einar 20 km frá Langholti. Hreppstjórin noyddist tí at hálsa um og fara í skundi til Skarðsfjarar. Av tí at eygsýnt var, at hann ikki kundi kanna “Queen Victoriu” tann dagin, fekk hann Hávarð Jónsson, bónda, at fara fyri seg. Sambært rapportini frá Hávarð, var skipið í sama standi, sum dagin fyri. Tað fyltist á flóð, men tømdist á fjøru gjøgnum lekan. Tað var flutt eitt lítið sindur longur niðan eftir sandinum, og tí var bjarging møgulig. Tað lá eitt sindur á liðini eins og dagin fyri, og sandur var byrjaður at koma í skipið.
21. mars 1931
Uppboð av tí, sum bjargað var, varð lýst í øllum kommunum millum Mýrdalssand og Skeiðarárssand ( í Leiðvallar-, Álftavers-, Skaftártungu-, Kirkjubæjar- og Hørgslands kommunum). Sama dag vóru teir strandaðu mennirnir endiliga fluttir avstað haðani. Teir komu til Alftaver um kvøldið.
23. mars 1931
Uppboð var hildið og vardi í 6 tímar. Tá ið uppboðið var liðugt, varð ikki hildið vakt meira á strandstaðnum. Kunngjørt varð, at tilboð uppá skipið, sum tað lá, kundi sendast til hreppstjóran. Skipsskrokkurin (vrakið) broyttist lítið.
27. mars 1931
Telegramm frá løgreglustjóranum um útbjóðingina av skipsskrokkinum við tí, sum er í honum, og í tí standi, sum hann verður í við søluna, var kunngjørt í kommununi og grannakommununum.
Eyjólfur Eyjólfsson, hreppstjóri
Bjarnfreður Jóh. Ingimundarson, Guðmundur Bjarnasson
Viðmerking:
Nevnast skal, at hreppstjórin var tann maðurin, sum umboðaði sýslumannin ella løgreglustjóran og sum ein kommuna valdi (oftast aðrastaðni frá) til at vera yvirleiðari fyri kommununa í øðrum málum enn teimum, sum snúgvu seg um tann dagliga raksturin í bygdini/bygdunum. Hvør sýsla hevði ein sýslumann, meðan hvør kommuna hevði ein hreppstjóra.
Finnleif:
Á staðnum í 2002
Eftir at eg hevði skrivað hesa frásøgn í 1991, hugsaði eg, at áhugavert hevði verið at farið á staðið, har teir strandaðu. Í mínum starvi hjá Landsverk eri eg komin av og á til Íslands í sambandi við norðurlendskar fundir og ráðstevnur. Eisini havi eg gjøgnum árini havt eitt gott samstarv við Íslendska vegaverkið. Í august 2002 var ársfundurin í Nordisk Chefforum hildin í Reykjavík. Hetta eru fundir, har leiðslan í teim norðurlendsku vegaverkunum møtast einaferð um árið. Síðani í 1983 havi eg umboðað Landsverk á hesum fundum.
Tá ið hesir fundirnir vóru lidnir, bjóðaði Gudmundur Arason, yvirverkfrøðingur í íslendska vegaverkinum, og sum eg havi kent í mong ár, mær ein túr til Kirkjubæjarklaustur. Eg man helst hava sagt Gudmundi onkuntíð frá hesi hending, tá ið pápin strandaði í Meðallandsvíkini. Hetta takkaði eg fyri. Vit fóru úr Reykjavík við bili seinrapart á degi og koyrdu til bygdina Vík, har vit yvirnáttaðu. Morgunin eftir koyrdu vit til vegastøðina í Vík, har Gylfi Juliusson, økisverkfrøðingur á Suðurlandinum, tók í móti.
Tá ið vit høvdu fingið okkum ein góðan bita og vóru vístir runt á vegastøðini, koyrdu vit tríggir í einum 4-hjólstrektum jeepi ímóti bygdini Kirkjubæjarklaustur. Komnir til Kúðarfljót, koyrdu vit av høvuðsvegnum eftir einum bygdarvegi til ein bóndagarð í Bakkaskoti, ið liggur nakað sunnan fyri Kirkjubæjarklaustur. Guðni Runolfsson, bóndi, ið var staðkendur, kom við okkum og koyrdu vit fýra síðani oman á staðið á Ovaru-Steinmýrafjøru, har “Queen Victoria” strandaði. Meðallandssandurin er ein umleið 50 km long sandstrond. Har er útgrunt, og mong skip eru komin illani fyri har.
Nevnast kann, at á Suðurlandinum - millum Dyrhólaey og Ingólfshøfði - har strandalongdin er umleið 140 km, strandaðu í tíðarskeiðinum 1892 – 1982 105 skip, har tey flestu gjørdust vrak. Nevnast kann, at av hesum skipum vóru 37 bretskir trolarar, 27 týskir trolarar, 12 íslendsk skip, 11 fronsk skip, 8 føroysk skip, 5 norsk, 3 belgiskir trolarar og 2 donsk skip.
Aftaná at hava hugt at staðnum og kunnað okkum um umstøðurnar og tikið nakrar myndir, koyrdu vit eftir sandinum til Skaftarósan, har John á Bakkanum svam yvirum við manni á bakinum.
Guðni, ið var sera blíður og tíðindafróður, greiddi frá umstøðunum har á leið.
Meðan vit koyrdu eftir sandstrondini, steðgaðu vit á við eitt sokallað “neyðarskýli”, sum er/var ætlað strandaðum sjómonnum at bjarga sær í. Millum Vík og Ingolfshøðfi eru 12 neyðarskýlir, sum eru bygd framvið sjóarmálanum. Fráleikin millum hesi neyðarskýlini er 15 til 40 km.
Guðni segði m.a., at áðrenn vegakervið á Suðurlandinum millum Reykjavík og Kirkubæjarklaustur varð bundið saman í 1942, vóru trý felags handilshús (Keypfelagshús) á Suðurlandinum. Eitt í bygdini Vík, eitt við Skaftarósan og eitt í Høfn. Hetta vóru felags vørugoymsluhús hjá handilsmonnum á Suðurlandinum, ið stóðu nær við sjóarmálan. Vøran varð flutt sjóvegis úr Reykjavík ella úr Vestmannaoyggjunum.
Hetta húsið við Skaftarósa, sum strandaðu mennirnir komu inn í , var eitt stórt hús í 3 hæddum, bygt úr timbri. Húsið varð tikið niður í 1942, eftir at vegasamband var komið, og bygt uppaftur við Kirkjubæjarklaustur sum ein seglbúð.
Tá ið vit stóðu við Skaftarósa og eg greiddi teimum frá, at John á Bakkanum hevði svomið tvørtur um ósan við manni á bakinum, hildu teir, at hetta var eitt satt mandómsbragd. Teir høvdu ikki hoyrt um nakran annan, ið hevði gjørt hetta, tí streymurin er so harður oman gjøgnum áarósan.
Frá Skaftarósa koyrdu vit niðan í bygdina Kirkjubæjarklaustur, ið liggur uml. 25 km niðan frá strondini. Vit steðgaðu við bæði húsini, sum tóku ímóti manningini av “Queen Victoriu”. Haðani koyrdu vit heim á bóndagarðin hjá Guðna, har bóndakonan og dóttirin høvdu gjørt okkum ein sera góðan døgurða, lambasteik við øllum góðum afturvið og omaná. Á bóndagarðinum vóru umframt Guðni Runolfsson, ið var føddur í 1938, kona hansara og eisini pápi hansara. Dóttir teirra og sonur hennara vóru komin at vitja foreldrini og abban.
Aftaná at hava takka fyri okkum, koyrdu vit tríggir, Guðmundur, Gylfi og eg eftir høvuðsvegnum eystur móti Skeiðarársandi og hugdu, hvussu teir høvdu loyst tað akuttu støðuna at gera ábøtur á vegin og brúgvar, ið fingu stóran skaða, tá ið eldgos var við Skeiðarárjøkul í 1996, og sum elvdi til vatnflóð og oyðilegði partar av høvuðsvegnum. Tvær stórar brúgvar og 30 km av vegi skolaðu burtur.
Haðani gekk leiðin aftur til Reykjavíkar.
Ein spennandi ferð og ein minniligur dagur var komin at enda.
Keldur:
Ejvind Winther Durhuus
Siglingarsøga bind IX
Guðni Runolfsson, bóndi, Kirkjubæjarklaustur
Sjófrágreiðing (Tjóðskjalasavn Íslands)
Dynskógar bind 8 (skip strandaði á Suðurlandinum 1898-1982)
Á páskum 2010
Finnleif W. Durhuus
Myndirnar vóru frá Fornminnissavninum
Í seinasta parti høvdu vit tvær frálíkar myndir av mannningunum á John Bull og Skálanesi. Av misgávum var ikki tilskilað at myndirnar eru frá Føroya Fornminnissavn.
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt meira frá ættini hjá John á Bakkanum. Um nakar veit nakað meira um hesa hending ella hevur mynd av Queen Victoriu vilja vit fegin frætta. Komið verður eisini aftur til brøðurnar Tummas og Viggo Zachariassen. Júst fyri 50 árum síðani gekk bróðursonur teirra, uppkallaður eftir teimum báðum, burtur á Kappanum við Hanne S.