Undangongumaður
Væl av fólki var samankomið í kjallaranum á Vertshúsinum týskvøldið til hugnaløtu í samband við, at bókin, sum tíðindamaðurin, Helgi Jacobsen hevur skrivað um John Dam, skipara, er útkomin. Millum onnur var kona John, Oddvør, og nøkur av børnum teirra. Tað var ikki sørt, at konan í løtum var rørd, tá ið Helgi greiddi frá sínum arbeiði at skriva bókina um vinnulívsmannin og undangongumannin.
Fyrstur at siga nøkur orð var Magni Olsen, sum umboðaði forlagið Á Deild, ið er útgevari av bókini. Hann helt fyri, at sum hálvur vestmenningur, er tað kanska ikki so løgið, at hann frá barnsbeini hevur hoyrt søgur um úrmælingin, John Dam.
- Minnist, pápi plagdi at siga mær frá søgum um John og hansara avrik ? og at hann skuldi vera tann fyrsti føroyingurin, sum fór at fiska rækjur. Sjálvur var eg ikki tvey ára gamal, tá ið Vesturvarði í november 1969 kastaði fyrstu ferð á leiðini við Rivkoll, norðanfyri Holsteinsborg.
Hann segði, at ein søga fyri og onnur eftir varð søgd um henda mann, og umsíðir helt hann, at hesi avrik høvdu uppiborið at verða fest á blað og soleiðis varðveitt fyri eftirtíðina.
- Tí spurdu vit Helga, um hann hevði hug at taka av hesi avbjóðing og tíbetur; tað gjørdi hann. Eg vil fegin takka honum fyri tað, og eg haldi, at hann er komin sera væl frá hesum.
Magni nýtti eisini høvi at takka teimum, sum á ymiskan hátt hava stuðlað útgávuni.
Hann takkaði eisini Honnu Simonsen, sum hevur rættlisið handritið. ReproZ fekk eisini eina tøkk.
- Hóast mangan leikaði hart á, og tað breyt í bæði borð, so
var Eyðun púra kaldur og tryggjaði, at vit komu á mál.
At enda gav Magni orðið til høvundin, Helga Jacobsen.
?
Helgi takkaði í fyrsta lagi øllum, sum vóru komin saman í kjallaranum á Vertshúsinum. Ein serlig tøkk fór til familjuna hjá John ? og ikki minst konuna, Oddvør, sum hann segði hevur verið ótroyttilig at heita á undir øllum arbeiðinum at fáa bókina frá hondini.
- Tá ið eg av forlagnum, Á Deild, varð biðin um at skriva hesa bókina, ivaðist eg leingi. Ikki bert nakrar dagar, men vikur. Uppgávan tóktist umfatandi, og eg visti, at tíðin var avmarkað. Eg hevði fult starv, so øll frítíðin fór at verða brúkt til arbeiðið.
Helgi segði, at John var blivin veikur og orkaði ikki at virka við. Tí fekk hann ikki høvi at tosa við mannin, hann skuldi skriva lívssøguna um.
- Í staðin fyri at brúka orðini hjá manninum sjálvum, eygleiða hann og vera saman við honum, havi eg stuðlað meg til tað, sum onnur siga og vita um mannin. John var farin úr Vestmanna, tá ið eg var smádrongur. Tað nærmasta, eg kom honum, var, at pápi mín eftir kríggið búði hjá Akku og Sigrid, beint omanfyri heimið hjá John. Akku var gubbi mín, og tí var eg nógv í grannalagnum. Saman við Sigrid kom eg soleiðis viðhvørt inn í barndómsheimið hjá John.
Høvundurin segði, at bókin um John í fyrsta lagi er um vinnulívsmannin og undangongumannin.
- Men hvørt menniskja hevur eina sál, og oftani er tað úr sálini, menniskjað verður evnað. Tí ber ikki til at lýsa vinnulívsmannin, John, um ikki hansara persónligu eginleikar koma til sjóndar.
Helgi segði, at persónar, hann hevur tosað við um John, umrøða hann ? alt frá at vera ein eingil til at vera eitt beist.
Hann helt, at hetta ivaleyst eru eginleikar, vit øll hava í okkum. Nøkur eru meira bersøgin enn onnur at lata sanna egið koma til sjóndar, tá ið á stendur.
- John ballaði einki inn, og hann bannaði illa, tá ið á stóð - viðhvørt í øðrum potensi. Tá bleiv tað nógv tilsamans. Orð, sum ikki standa og ongantíð fara at standa í nakrari orðabók, komu av hansara varrum. Men fyri honum vóru tað ivaleyst bara orð. Tað var hansara máti at samskifta uppá.
Helgi segði, at søgan um John snýr seg um dreingin, sum fyrstu ferð fór til skips sum 13 ára gamal. Hann fór við trolara longu sum 14 ára gamal og sigldi við nøkrum av tiltiknastu skiparum í Føroyum.
- Bókin sigur frá, tá ið hann sum 20 ára gamal førdi Fame, sum hann saman við øðrum vestmenningum keypti. Síðan fór hann út í verðina at sigla.
Í bókini fylgja vit John Dam á hemara-og laksaveiði við Baki, sum hann førdi í níggju ár. Í 1969 bygdi hann saman við øðrum fyrsta rækjuskipið. Fram til 1986 hevði hann trý rækjuskip. Síðsta átakið var skeljaveiða við Svalbard, í Barentshavinum og undir Føroyum.
- Eg havi havt frælsi, bæði frá forlagnum og familjuni hjá John, at skriva søguna, soleiðis sum eg havi valt at skriva hana. Tað frælsið virði eg høgt og havi afturfyri roynt at lýsa søguna og persónin so sannan, sum tað hevur borið til.
Høvundurin segði, at neyðugt var at skriva hesa bókina um John Dam.
- Skrivaði eg hana ikki, gjørdi onkur annar tað. Onkur kanska betur ? onkur helst øðrvísi.
Helgi vísti á, at John var ikki maðurin, sum í tíð og ótíð stóð fram í fjølmiðlunum.
- Eg veit ikki, um hann var smæðin, men hann vildi heldur ikki avmyndast ? ógvuliga treyðugt í øllum førum. Tí funnu vit onga mynd av John, har hann stendur á brúnni, sum ein rættur skipari. Jú, ein mynd er, har hann sæst í glugganum á brúnni á fyrstu Fame í 1952. Ein er eisini, har hann stendur við berum yvirkroppi á brúnni á Suðurvarða í Surinam.
Helgi segði, at hann hevði fingið stóra hjálp frá eitt nú Zachariasi Hammer og Jógvani Jespersen, sum hava gjørt sendingar, har John Dam hevur verið við.
- Tað eru nøkur, sum eiga ein serstakan lut í, at bókin er vorðin veruleiki. Ein er Árni Dam, sum hevur verið góður hjá mær at styðja meg til. Onkuntíð ivaðist eg í, um eg skuldi loyva mær at lýsa Jon á ein serligan hátt. Tá hevur svarið hjá Árna verið: "Pínadoyð, soleiðis var John; tað er bara so ? og eg skal forbanna tær uppá, at John hevði ikki viljað havt teg at skrivað tað øðrvisi?"
Helgi rósti eisini forlagnum, Á Deild, sum dugdi sera væl at stuðla honum í arbeiðsgongdini.
- Vóru teir ikki við í allari gongdini, varð bókin ikki veruleiki.
Høvundurin takkaði eisini Oddvør, konu John.
- Tú var har allatíðina. Altíð til reiðar við tínum góða minni og sympatiska sinni móti John ? eisini um ta tíðina, tá ið tú ikki var ein partur av lívinum hjá honum. Vit kundu ringja ella koma inn á gólvið tíðliga og síðla.
Helgi takkaði eisini konu síni, sum hevur verið honum ein dyggur stuðul.
- John nærmast flutti inn til okkara og bleiv ein harður rivalur. Mangt eitt kvøldið, áðrenn konan fór í song, stakk hon høvdið um hurðina á arbeiðsrúminum og segði: "Góða nátt, tit báðir". Móti endanum, tá ið alt var ein heksadansur við orðum, myndum, hemara, laksi, rækjum, skeljum og saltdampi úr ketlinum, spurdi hon, nær John mundi fara at flyta út?
Og høvundurin helt fram:
- Jú, hann flutti? og so vóru kyrrindi í góðum streymi. Nú hann flutti innaftur í øðrum hami, brosaði konan ? og setti seg at blaða. Hon kendi so mong orðini aftur. Men heildin var øðrvísi. Nú vóru myndirnar har ? ein sál var komin í hamin, og hon var glað; tað sá eg?
?
Í kjallaranum á Vertshúsinum fortaldi Helgi áhugaverdar søgur um John, sum pláss ikki er fyri á hesum sinni.
Hann vísti eisini til tað, sum Kjartan Hoydal hevur sagt um okkara undangongumenn. Í nýggjari tíð eru tað tveir føroyingar, sum fram um aðrar hava verið undangongumenn, tá ið ræður um nýggjar veiðihættir ? Júst í Túni og John Dam.
- Tað eru nøkur serlig evni, sum summir hava havt at royna nakað nýtt alla tíðina. Teir liggja ikki og tøva í tí sama, sjálvt um tað gongur nøkulunda. Teir standa ongantíð í stað og standa ongantíð fastir. Gongur ikki við einum, so royna teir okkurt annað. Tað er ikki altíð, at slíkir undangongumenn tjena teir flestu pengarnar. Tað eru teir, ið koma aftaná, sum gerast ríkir. Júst í Túni gekk undan í nótafiskiskapinum, men teir, sum gjørdust ríkir av nóta-og kraftblokkafiskiskapinum, vóru lærlingarnir hjá Júst. Slíkir menn hava ein undangongumentalitet, og høvdu vit ikki havt slíkar sum John, høvdu vit ikki verið komnir langt í fiskiskapi, sigur Kjartan Hoydal.
Helgi segði, at John nýttist ikki at reypa fyri at fáa onnur at leggja merki til hansara. Tað kom av sær sjálvum ? av teimum tøkum, hann tók.
- Petur Andreasen í Vestmanna var eitt sindur yngri enn John. Hann sigur, at John var ein, sum allur ungdómurin í Vestmanna sá upp til, tí hann hevði so øgiligt dirvi.
"Hann trúði nógv upp á seg sjálvan. Alt, sum hann tókst við, trúði hann fór at eydnast. Tí var John ein ógvuliga áhugaverdur persónur ? eisini her í Vestmanna, tá ið hann var smádrongur og unglingi. Hann gjørdi altíð slíkt, sum vakti ans og sum imponeraði aðrar ungar menn?" sigur Petur.
Og Helgi helt fram:
- Marni Danielsen, sonur Dánjal Paula á Hvítanesi, kendi væl John, tí Dánjal Pauli og John komu nógv saman, eisini eftir at teir nærmast vóru uppilagstir. Marni sigur, at John dámdi væl at reypa. Tað var hann kendur fyri, og tað var ein av sjarmunum við honum.
"Eg havi hoyrt hann fortalt, tá ið hann hevði kenning ? og slíkt var undirhald fyri allar pengarnar. John var ein av teimum, sum bara segði okkurt, sum var púra vanligt, men tað var mátin, hann segði tað uppá, sum gjørdi tað so ótrúliga stuttligt. Yvirbráið hjá honum gjørdi eisini skrønurnar so skemtiligar. Hann var so hábærsligur ? sá út, sum ein filmstjørna, sjálvt um hann fór illa við sær sjálvum. Eg minnist einaferð, teir sótu og reypaðu um pengar, John og Dánjal Pauli. So sigur Dánjal Pauli: Tú John, hvussu nógvar pengar er tað, tú eigur? Hann svarar: 43 milliónir. Jú, men segði tú ikki hitt kvøldið, at tað vóru 63? Og so svaraði John aftur: Jú, tað er við øllum!"
- Marni sigur, at teir plagdu at flenna at John, tí hann tosaði bara um milliónir. Var tað minni enn ein milión, so var tað ein hálv ella ein fjórðings millión.
Helgi vísti á, at vanligt er at siga, at kanst tú einki gott siga um eitt menniskja, so skalt tú einki siga.
- Onkur hevur sagt um John, at hann var góður av sær. Hann var góður móti nógvum og var ikki smátøkin, pírin. Men samstundis var hann harður og setti sín vilja fram um viljan hjá nógvum øðrum, segði Helgi Jacobsen í kjallaranum á Vertshúsinum týskvøldið.