John Eystberg fingið stóra viðurkenning frá UEFA

Tá árliga UEFA Grassroots Week var, vórðu limalondini í UEFA biðin um at skjóta upp eina grasrótarhetju

Ein einstakling, sum hevur givið sítt íkast til fótbóltsumhvørvi í landinum.

 

– Úr Føroyum var okkara egni John Eystberg skotin upp av FSF. Hóast hann hevur fulltíðarstarv, brúkar hann umleið 25 tímar um vikuna til at venja og skipa fyri gentu- og kvinnufótbólti í HB, har hann venur U11 gentur, U16 gentur og 1. deild kvinnur, skrivar Havnar Bóltfelag á Facebookvanganum..

– John brúkar nærum alla sína frítíð til at betra um venjingarumstøðurnar og at skapa trivna fyri leikararnar. Umframt venjingar, so skipar hann eisini fyri, at genturnar fara til hvønn landsdyst hjá A-landsliðnum við kvinnum, har tær heppa á og fáa íblástur frá sínum fyrimyndum. Eisini skipar hann fyri, at eldru kvinnurnar í felagnum viðhvørt koma at venja ungu genturnar.

– Við at vísa engagement í eygnahædd, gleði um fótbóltsspælið, at fara væl fyrireikaður til hvørja venjing, skapar tú karmar, sum fær genturnar at trívast. Við trivnaði skapar tú eitt umhvørvi har børn læra og vilja læra at spæla fótbólt, sigur John við heimasíðuna hjá UEFA.

– Vit eru errin og fegin av at hava eina slíka eldsál sum John í felagnum, og ynskja honum hjartaliga til lukku við viðurkenningini.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##