Tað eydnaðist ikki Elmari Rubeksen at endurvinna FM-heitið í egning í kappingini, sum var í Klaksvík í kvøld. Enn einaferð var tað John Havn sum gjørdist FM-vinnari. John Havn sló øll met, tá hann í kvøld vann á øllum hinum luttakarunum í FM-kappingini í egning.
Besta tíðin, sum verið hevur, síðan Føroya Sjómannadagur sá dagsins ljós fyri fimm árum síðan, var 7,41 minuttir. Hesa tíðina átti John Havn.
Men í fjør var tað Elmar Rubeksen, sum gjørdist vinnari og meistari.
Í kappingini í dag egndi John Havn 100 húkar og knýtti fimm teymar undir línuna upp á 6.42.78 minuttir.
Hetta er besta tíð, sum nakar hevur havt í egning á sjómannadegnum.
Á øðrum plássi í kvøld endaði Elmar Rubeksen, sum brúkti tíðina 7.24.78 og á triðja plássi Martin Simonsen við tíðini 7.35.69 minuttir.
Tilsamans 10 luttakarar vóru við í kappingini og tann, sum brúkti longstu tíðina um hesar 100 húkarnar, hevði 10.10.30 minuttir.
Við í kappingini vóru bæði yngri og tilkomnir menn.
Millum luttakararnar var eitt nú gamli KÍ-málverjin, Jógvan Linklett og fyrrverandi presturin, Andreas Andreassen av Toftum, sum seinastu árini hevur róð út við útróðrarbátinum Majken.
Onnur ár hevur verið vanligt at egna nýggja línu, men í ár gjørdu fyrireikararnir av at brúka gamla - ella brúkta - línu, sum egnarar halda er lættari at egna enn spildurnýggj lína, sum ongantíð hevur verið í sjónum.
Hetta kann vera ein orsøk til, at tiðirnar hjá kvikastu egnarunum í dag vóru so góðar.
Portalurin fer at venda aftur til Føroya Sjómannadag í morgin.