John Johannessen var vælkomin við

Tað allar besta hevði verið at fingið fleiri tingfólk at leggja málið um at fáa samkyndum innivist í revsilógini fram. Javnaðarflólk o. o. vóru vælkomin við, men vit frættu einki aftur frá teimum, sigur Finnur Helmsdal

Tað passar ikki, at Tjóðveldisflokkurin hevur noktað John Johannessen og øðrum tingmonnum at vera uppskotstilarar saman við Tjóðveldisflokkinum. Hatta er loddrøtt lygn!
So avgjørdur er Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, tá vit biða hann um eina viðmerking til tað, sum John Johannessen segði við Sosialin í fríggjadagin. Tá segði John Johannessen, at hann saman við floksfeløgunum Kristiani Magnussen, Andrias Petersen og Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum bjóðaðu sær til at vera meduppskotstillarar saman við tjóðveldistingfólkunum í málinum um at fáa samkyndum innivist í nógv umrøddu revsilógarparagraffini.
John Johannessen segði við Sosialin, at Tjóðveldisflokkurin allarhelst vildi koyra málið solo fyri at fáa uppmerksomheit.
Finnur Helmsdal sigur, at tað er rætt, at John Johannessen ringdi bæði til sín og Høgna Hoydal um hetta málið og spurdi, um allir teir stóru flokkarnir kundu leggja málið fram í felag.
Vit hildu hetta vera eitt frálíkt uppskot og avtalaðu, at John Johannessen skuldi ringja aftur, men vit hoyrdu hvørki orð ella eið frá honum, sigur Finnur Helmsdal.
Finnur Helmsdal dylur ikki fyri, at hann er sera skuffaður av tí, sum John Johannessen sigur í Sosialinum, tí sjálvandi vildu tey hava so nógv tingfólk við sum gjørligt, tí tað gevur málinum størri møguleikar at verða samtykt.
Hann sigur eisini, at hann – tá málið var fyri í fjør – fleiri ferðir lá á knøunum fyri Kristiani Magnussen, formanni Javnaðarfloksins á tingi, fyri at fáa Javnaðarflokkin at vera við.
Tá var svarað, at málið hevði ikki nóg stóran týdning til at skapa órógv í Javnaðarflokkinum, sum ikki var samdur í hesum máli, sigur Finnur Helmsdal.