John Petersen nýggjur venjari

Tað verður John Petersen, sum fer at venja U19-fótbóltslandsliðið við gentum komandi tíðina.

 

Tað veit heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum at siga.

 

Fótbóltssamband Føroya og John Petersen hava gjørt avtalu, ið inniber, at John Petersen verður høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum í 2013.

 

John Petersen avloysir sostatt Rúna Nolsøe, sum í fjør, saman við Ingun Hansen, stóð á odda fyri U19-landsliðnum. Ingun Hansen heldur fram sum hjálparvenjari.

 

U19-landsliðið við gentum skal luttaka í tveimum kappingum í ár.

 

Í døgunum 8. til 12. mai skulu genturnar til eina fýralandakapping í Litava, og seinnapartin av september mánaði skulu føroysku genturnar til EM-undankapping í Finnlandi.