Landsverk er komið við uppritið um fíggingarmynstur í samband við Sandoyartunnilin, har millum annað er nevnt, at til ber at leggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin saman í felag, so fíggjarlógin ikki verður tyngd av ætlanunum, og Eysturoyartunnilin samstundis fíggjar Sandoyartunnilin.
Javnaðartingmaðurin John Johannessen hevur áður verið frammi í kjakinum um alment og privat í samband við privatu ætlanina um tunnil til Eysturoynna.
- Uppritið hjá Landsverkið er frálíkt og samsvarar við tað, ið eg havi ført fram. Eysturoyartunnilin er einasta tunnilisætalnin, ið er ein yvirskotshandil, og hví skal hann latast privatum, meðan landskassin skavar pening saman til restina?, spyr John Johannessen.
Hann vísir á, at tað er hópur av fíggingarmynstrum, ið ein eigur at kanna nærri.
Skilir ikki Gerhard
Sandoyartingmaðurin fyri javnaðarflokkin, Gerhard Lognberg, hevur harmast um uppritið, sum hann metir bert kemur at útseta ein møguligan tunnil til Sandoynna, og hann hevur heldur hvassorðaður funnist at Landsverkið.
- Eg má siga, at eg skilji ikki floksfelagan Gerhard Lognberg. Eg harmist um viðferðina, ið hann gevur landsins embætisfólkum, sigur John Johannessen.
- Tað eru nógvir tunnlar, ið kunnu bíða, og eg haldi sjálvur, at eittnú útbúgving, einligir forsyrgjarar og eldraøkið eiga at viga nógv í raðfestingini og eiga at standa fremst. Um ein tunnil um ein fjørð bíðar eini 2 ár er ongin vanlukka, metir John Johannessen.
Flogvøllur
- Sjálvur meti eg, at størsti samferðslutrupulleikin í løtuni er fløgvøllurin, sigur John Johannessen.
- Vit mugu annars geva okkum tíð og hugsa alternativt, tí tað er hópur av fíggingarmynstrum, ið eru verd at hyggja at, sigur John, ið nevnir Roadpricing.
Hetta er fíggingarmynstur, ið er bygt á GPS skipanina.
- T.d. kann tað kosta meira at koyra inn í Havnia klokkan 8 á morgni, enn klokkan 21 á kvøldi, sigur john, tá hann lýsir Roadpricing, ið er sera liðilig skipan við nógvum møguleikum.
Men trýr John Johannessen uppá tilmælini hjá Magna Laksáfoss um at útseta Sandoyartunnilin til verri tíðir?
- Ja, hatta ljóðar væl í teoriini, men veruleikin er ein annar. Hinvegin er okkara fíggjarlóg so lítil, at stórar ætlanir fylla sera nógv. Munurin er stórur á teori og praksis, men tíðin er komin at taka eitt andarhol. Vit mugu hugsa okkum um, tí møguleikarnir eru nógvir, sigur John Johannessen