Ímyndin av Chelsea síðani aldarskiftið, undangongumaðurin og liðskiparin, 35 ára gamli John Terry, hevur í kvøld boðað frá, at hann heldur ikki fram í Chelsea eftir hetta kappingarárið.
- Ongin spælari er størri enn felagið. Eg kundi hugsað mær at hildið fram, men felagið ynskir at royna okkurt nýtt, sigur John Terry, sum leggur afturat, at hann ikki skiftir til eitt felag í Onglandi.
John Terry sigur við bretskar miðlar, at hann undan dystinum móti Arsenal fekk at vita, at sáttmálin ikki verður longdur.
- Tað verður ongin dreyma endi fyri meg. Eg gevist ikki sum fótbóltsspælari í Chelsea, sigur John Terry.
Miðverjin hevur verið ein drúgvur tænari á Stamford Bridge, har hann millum annað hevur vunnið Premier League fýra ferðir, FA Cup fimm ferðir og Champions League einaferð.
John George Terry er í dag 35 ára gamal. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Chelsea í 1998.