John Villi roknar við at tað fer at gleppa

Annar av NSÍ málskjúttunum, Klæmint A. Olsen, heldur, at hesin dysturin minti nógv um tann fyri 11 døgum síðani

Fyri 11 døgum síðani vann NSÍ 3-0 á heimavølli ímóti TB. Tá var TB heilt væl við í fyrra hálvleiki. Í dag vann NSÍ 2-0 í Trongisvági á 129 ára stovningardegnum hjá TB.

 

Og NSÍ liðformaðurin og annar av málskjúttunum, Klæmint A. Olsen, heldur, at talan í dag var um dyst, sum minti heilt nógv um tann fyri knøppum tveimum vikum síðani, tá ið málini eisini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

 

Jacob Trenskow setti hol á longu í 2. minutti, tá ið Petur Knudsen átti uppleggið, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, økti Klæmint A. Olsen um munin til 2-0.

 

-Tað hevði stóran týdning fyri dystargongdina, at vit beinanvegin skoraðu, og tað bar frið við sær yvir spælið, at vit undan steðginum øktu til 2-0, og í seinna hálvleiki kendu vit okkum ongantíð hóttar, sigur Klæmint A. Olsen í samrøðu við Hera Simonsen í FM1.

 

Hjá TB kennist tað tungt, at stigakontan framvegis vísir tvey stig. Men teir siga seg ikki hava mist mótið um, at tað skal eydnast at vinna dystir og sleppa undan hóttanini av niðurflyting.

 

-Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava vit spælt væl, og tað eigur at fara at bera úrtøku við sær. Nýggi venjarin kemur leygardagin, og vit vóna og rokna við, at hann við nýggju eygum fer at finna tað, sum skal til fyri at vinna úrtøku, sigur TB miðvallarin John Villi Wøldike Leo.

 

 

 

TB – NSÍ 0-2 (0-2)

 

0-1: Jacob Trenskow

 

0-2: Klæmint A. Olsen