Johnny í Grótinum nýggjur stjóri í Lív

Í samband við komandi eigaraskiftið í Føroya Lívstrygging hevur nevndin í Lív gjørt eina fráfaringaravtalu við Tummas Eliasen, sum hevur verið stjóri í Lív síðan 1998. Komandi partaeigarnir hava sett Johnny í Grótinum sum nýggjan stjóra. Hann tekur við stjórastarvinum yvirtøkudagin, sum væntast at vera um ársskifti 2011/2012.

Nevndin hevur í samráð við komandi partaeigarar heitt á Tummas Eliasen um at seta komandi stjóran væl og virðiliga inn í viðurskiftini í Lív tríggjar teir síðstu mánaðirnar av árinum, til nýggi stjórin tekur við. Hetta hevur Tummas Eliasen játtað, og tað fegnast nevndin um.

Tummas Eliasen hevur starvast í Føroya Lívstrygging síðani 1987, tá samlaða pensjónsuppsparingin var umleið 100 milliónir krónur. Í tíðarskeiðnum 1987-1998 var Tummas fíggjarstjóri, og síðani 1998 hevur hann verið stjóri í partafelagnum Føroya Lívstrygging.

Nú Tummas fer frá, er samlaða pensjónsuppsparingin 3,2 milliardir krónur, sigur nevndin í tíðindaskrivi, har hon samstundis takkar Tummasi Eliasen fyri tíðina, ið hann hevur verið stjóri í Lív.