- Johnny ikki settur at rudda upp

Rúni Heinesen, stýrisformaður í Kringvarpinum, afturvísir ákærur frá Jørn Astrup Hansen.

Í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku setti Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik, spurnartekin við uppsøgnina av Liljan Weihe.



- Hugvekjandi er tað at síggja, at málið nú hevur fingið ógvusligar avleiðingar í Kringvarpinum. Hava føroyingar valt løttu loysnina og skotið journalistin við teirru vón, at málið fer at hvørva, spyr Jørn Astrup Hansen í tíðargreinini, sum kann lesast her.

 


Nei, sigur Rúni Heinesen, formaður fyri Kringvarpsstýrið. Spyrt tú hann, so er tað púrt einki í ákærunum um, at stýrið hevur sett Johnny í Grótinum at rudda upp í Kringvarpinum, sum hann málber seg.



- Kringvarpið er ikki keypt av nøkrum. Vit hava bestemt ikki sett ein stjóra til at rudda upp. Vit lýstu starvið leyst, og settu best skikkaða umsøkjaran. Longri er tann søgan ikki, sigur Rúni Heinesen í dag.

 

 

Hóast orrustan millum Johnny í Grótinum og Liljan Weihe framvegis skapar órógv um stovnin, so tvíheldur Rúni Heinesen um, at stýrið fyri Kringvarpið ikki kann blanda seg í starvsfólkamál. Jørn Astrup Hansen rør uppundir í tíðargreinini, at skattamálið hjá Eik banka hevur kostað Liljan Weihe starvið. Spurdur um, hvørt hann heldur trúvirðið hjá Kringvarpinum hevur fingið eitt skot fyri bógvin av hesari orrustuni er stýrisformaðurin ikki í iva.



- Tað verða gjørdar regluligar kanningar av trúvirðinum hjá Kringvarpinum og tað er tað, sum vit fyrihalda okkum til, og ikki hvat einstaklingar siga, sigur Rúni Heinesen.