Johnny Reimar á G!

G! 2009 avdúkar fimm nýggj nøvn í dag, og tað eru Johnny Reimar & Party Orkestrið, Annika Hoydal, Lena Anderssen Band, 200 og Bet You Are William

 

 

G! Festivalurin legði í gjár eina heldur forvitnisliga mynd á teirra heimasíðu. Fyrsta myndin var eitt yvirskegg, meðan seinna myndin var ein sokallaður Robin Hood hattur.

Forvitni var øgiligt, men eingin tóktist vita við vissu, hvør hesin ókendi gesturin var.

Í morgun avdúkaður G! Festivalurin, at talan var um Johnny Reimar & Party Orkestrið.

 

 

Haraftrat avdúkar G! Festivalurin, at Annika Hoydal, Lena Anderssen Band, 200 og Bet You Are William luttaka á ársins G! Festivali.

 

 

Skráin hjá G! Festivalinum sær nú soleiðis út:

 

Veto (DK)

Spleen United (DK)

The Haunted (SE)

Familjen (SE)

Johnny Reimar og hansara Party Orkestur (DK)

Bloodgroup (IS/FO)

Valravn (DK/FO)

Katzenjammer (NO)

Fjallabröður (IS)

Amanda Rheaume (CAN)

 

Annika Hoydal

Boys In A Band

Lena Anderssen

Sic

The Ghost

200

Bet You Are William

Lady Fire

Moby The Pink Pilot

 

Meira verður at frætta um bólkarnar á www.gfestival.fo