Johnny Rotten frá Sex Pistols kanska umboða Írland í Grand Prix

Johnny Rotten og konan Nora Foster

Tað eru neyvan mong, ið dugdu at spáa um hetta, men 66 ára gamli John Lydon verður kanska partur av Grand Prix. Hann gjørdist annars kendur sum Johnny Rotten, tá hann var sangari í Sex Pistols, ið gekk á odda í punkbylgjuni á sinni.

 

Hann skal kanska umboða Írland í Grand Prix.

 

Hann er føddur í Onglandi, foreldrini vóru úr Írlandi, og hann býr nú í USA.

 

Um hann verður persónurin, ið skal umboða Írland, verður avgjørt í Dublin í februar. Í Írlandi eru bert seks sangir, ið kappast um at luttaka í Grand Prix ella Eurovision.

 

Eini sangurin í kappingini er við John Lydon og bólki hansara Public Image Ltd., sum hann stovnsetti, tá hann segði Sex Pistols farvæl í 1978. Sex Pistols gjørdust m.a. kendir við lagnum Anarchy in The U.K, og fyri villu framførslurnar.

 

Eurovision skuldi vera í Ukraina, men orsakað av at Russland hevur gjørt innrás, so hevur Stórabretland, ið er nummar tvey á listanum, gjørt av at yvirtaka uppgávuna sum vertur, og hendir hetta í Liverpool í mai.

 

Sangurin hjá Lydon eitur Hawaii, og hevur hann skrivað sangin til konu sína í nærum 50 ár, og sum hevur Alzheimers.

 

Sangurin skal minna á mongu eydnuløtur teirra á Hawaii, men er eisini ognaður teimum, ið hava svárar løtur á lívsleiðini, hevur John Lydon sagt.

 

Johnny Rotten og konan Nora Foster